Lýsing
Lýsing
Lýsing
Osmund Justinussen greiddi frá hvat El Niño ger og Hanus Kjølbro greiddi frá hvat El Niño er í stúgvandi fullari skúlastovu á Sjónámi. | Mynd: Jóhann Lützen

Hvat er El Niño, og hvat ger El Niño?

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  21.08.2025 - 09:04 Myndarøð Tíðindi Veðrið

Hanus Kjølbro helt  fyrilestur á Sjónámi í Klaksvík við heitinum El Niño saman við 84-ára gamla Osmundi Justinussen úr Leirvík. Yvir 100 fólk møttu, kanska 120, og tað gjørdi hølið heldur lítið. Men til bar. Nógvir av áhoyrarunum vóru eldri menn, ið hava siglt alt sítt lív, so tað var ein væl kvalificerað uppmøting, sum Hanus sjálvur orðar tað. Norðlýsið fekk orðið á hann eftir fyrilesturin at tosa um hæddarpunktini í áhugaverdu framløguni

 

 

Hanus greiðir soleiðis frá:

– ”Osmund hevur í nógv ár skrivað um eitt veðurfyribrigdi í Stillahavinum, ið eitur El Niño, og um hvussu tað ávirkar nógv onnur støð á jørðini, bæði hvat viðvíkir kulda, hita, regni, turki og øðrum, eisini fiskiskapin undir Føroyum. Tá sjógvurin verður heitur í Stillahavinum, so verður sjógvurin í Føroyum kaldur eitt til tvey ár seinni. Hetta ger til dømis, at tá fiskiskapurin hevur verið stillur í eina tíð, so sparkar El Niño hann í gongd aftur”, sigur Hanus Kjølbro. Hann heldur fram:

– ”Eg sjálvur greiddi frá, hvat El Niño er, meðan Osmund greiddi frá, hvat El Niño ger. El Niño er eitt fyribrigdi í Stillahavinum, har ein stórur partur av Stillahavinum ornar [hitnar; gerst heitari, blðm.] eini 5°-6° upp um normalin í longri tíð. Tað byrjar í mars og veksur fram ímóti jólum, og tað er frá strondini í Mið-Amerika og norðara partinum av Suðuramerika, t.e. Ecuador og norður-Chile og vestureftir móti miðjuni av Stillahavinum”, greiðir Hanus frá, og sigur víðari:

– ”Ongin veit, hvat setir El Niño í gongd. Man hevur eygleitt tað líka síðani, at fyrstu europeararnir fluttu til Suðuramerika heilt afturi í 1500-talinum. Tá varð tað uppdagað, og seinni fór man systematiskt í gongd við at skriva tað niður, og frá seint í 1800-talinum og fram til í dag hevur man rættiliga nógvar dokumenteraðar observatiónir. Osmund greiddi frá, at tá El Niño er í hæddini fram ímóti jólum – og tað er millum 2 og 8 ár ímillum, at tað hendir – kølnar sjógvurin í Føroyum, og tvey ár seinni fáa vit góð fiskiár í Føroyum”, sigur Kjølbro.

Ein spurningur úr salinum var, um ikki fiskifrøðingar áttu at tikið hetta upp og viðgjørt tað, og tí var Hanus samdur í. Tað hava teir tó ikki gjørt higartil. Fyri at staðfesta El Niño, so eru nógvar boyur lagdar út, og temperatururin verður mátaður heilt niður á 500-metra dýpi. Ein av teimum, ið hevur verið við til at leggja tær mátingarnar út, sat í salinum á Sjónámi. Spurdur um, nær El Niño aftur fer at ávirka í Føroyum, svaraði Hanus:

– ”Ongin veit. Hann skal fyrst taka seg upp í Stillahavinum, og so skal hann dovna, og tástani 1 ella 2 ár seinni síggja vit effektirnar í Føroyum. Seinast, tað hendi, var í 2023, og tað er øgiligur fiskur í ár, sum Osmund eisini nevndi á antin Torradøgunum ella Fiskivinnutinginum í 2024, at tað fór at henda, og so varð”, segði hann, og helt fram:

– ”Tað, sum ger, at fiskur kemur á landgrunnarnar kring Føroyar, tá ið havið kølnar, er, at fiskur trívist best í einum ávísum temperaturi. Hann tolir ikki, at temperatururin fer upp ella niður so og so nógv – hann rýmir. Tað skulu ikki meira enn 1° ella 2° til, áðrenn hann rýmir”, segði Hanus at enda.         

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Í sveitta andlits tíns
Opið hús í Spinnarí­num fríggja­dagin
Leitaðu eftir krabbum til kørini á Sjóma…
Fiski­vinnan verður hildin niðri, meðan a…
U20 gentir og dreingir leika í EM endaum…
Ymiskir prísir, hóast vegastrekki eru ei…
Hvat er El Niño, og hvat ger El Niño?
Hví bleiv Sirið Stenberg forkvinna í Tjó…
Fult hús á Sjónámi
Jákup Sverri “opið skip” á Sjómannadegnu…
Lítið av yngli í summar
Fiski­vinnu­ting í friðartíð
Sálarfrøðiligi fakfestivalurin
Djúpamýra og Másheygur
Hanus Kjølbro og Osmund Justinussen um E…
Silvitni í Varpinum
Reiðara­felagið: Tørvur á størri støðufes…
Fiski­vinnu­tingið sæst her
Julian í eldin aftur!
Á floti sunnanfyri: ”Kalvi, krøk!”