Ukrainari handtikin fyri Nord Stream-sabotasjuna
Italska løgreglan hevur handtikið ein ukrainskan mann, sum er undir illgruna fyri at hava verið við til at sabotera Nord Stream-rørleiðingarnar í Eystursjónum í 2022. Áður hava mong, ikki minst danir og amerikanarar, illgitt, at mestur mundi Russland fyri at standa aftanfyri sabotasjuna. Nú verður hinvegin mett, at sabotasjan tvørturímóti hevði til endamáls at raka Russland.
Maðurin, sum í Der Spiegel verður nevndur Serhiy K., varð handtikin við støði í einum europeiskum handtøkuboðum, sum ein týskur kanningardómstólur fekk Samveldisdómstólin at senda út. Hann varð handtikin í Italia, váttar italienska løgreglan.
Maðurin er ákærdur fyri at hava útint eina spreinging, fyri sabotasju, og fyri at hava verið orsøk til materiellar skaðar tann 26. september í 2022. Hetta skrivar Jyllands-Posten (leinki niðast í greinini).
Týski ákærumyndugleikin metir, at maðurin var partur av einum harkaliði, sum í september í 2022 setti spreingievni á tær báðar gassrørleiðingarnar í Eystursjónum nær við Bornholm. Harkaliðið sigldi úr Rostock við eini yacht, sum teir høvdu leigað frá eini týskari fyritøku gjøgnum millummenn, ið nýttu falskar samleikar.
Undir yvirskriftini ”Mest sandsynligt, at Rusland stod bag Nord Stream-sabotage” skrivaði danski miðilin Altinget annars fyrr í ár, at ”Statsminister Mette Frederiksen udtalte, at lækagerne måtte være forårsaget af bevidste handlinger og ikke uheld, og præciserede, at der var registreret eksplosioner. Det er sandsynligt, at Rusland var involveret i sabotagehændelserne på rørledningerne Nord Stream 1 og 2 i september 2022.”
Í dag verður tvørturímóti skrivað í donskum miðli, at ukrainski maðurin væntandi hevur framt sabotasju-ætlanina ímóti Putin-stjórnini og hennara gassútflutningi til serliga Týsklands.
Kelda og víðari lesnaður: Politiken