Lýsing
Lýsing
Lýsing
Frá vinstru síggjast Filip Ilic (Mjølnir), Osla Johannesen (Mjølnir), Maria Teresa Vitalis (Mjølnir) og Rani Ákason (ÍF) | Mynd: fbf.fo

U20 gentir og dreingir leika í EM endaumfarið í Madrid um vikuskifti

SKRIVAÐ: Flogbóltssamband Føroya  |  21.08.2025 - 09:18 Ítrottur Tíðindi

Føroysku U20 dreingirnir og genturnar í sandflogbólti eru komin beint í endaumfarið í evropisku CEV EM kappingini, sum verður leikt í Madrid um vikuskifti. 

 

Genturnar eru Mariu Teresu Vitalis og Oslu Johannesen, sum í veruleikanum hava aldur til U18 kappingina eisini. Dreingirnir eru Rani Ákason og Filip Ilic.

Við tað, at talan er um EM endaumfar, er mótstøðan hjá liðunum báðum sera sterk.

Genturnar eru komnar í bólk F saman við Kekkia, Grikkalandi og Litava. Kekkiska liðið er styrkismett nr. 6 til kappingina, Grikkaland nr. 11 og Litava nr. 22. Føroysku genturnar eru styrkismettar nr. 27 av 32 londum.

Genturnar leggja fyri í dag kl. 12.20 ímóti Kekkia. Dystirnir ímóti Grikkalandi og Litava verða í morgin, men tíð er ikki sett á hesar dystirnar enn.

Dreingirnir eru komnir í bólk G saman við Ukreina, Fraklandi og Kroatia. Ukraina er styrkismett nr. 7, Frakland nr. 10 og Kroatia nr. 23. Føroysku dreingirnir eru styrkismettir nr. 26 av 32 liðum.

Dreingirnir leggja fyri í dag kl. 13.10 ímóti Ukreina. Kl. 18.10 í dag leika dreingirnir ímóti Fraklandi og dysturin ímóti Kroatia verður í morgin, men har er tíðin ikki ásett enn.

Livescore er á heimasíðuni hjá CEV  - cev.eu.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Í sveitta andlits tíns
Opið hús í Spinnarí­num fríggja­dagin
Leitaðu eftir krabbum til kørini á Sjóma…
Fiski­vinnan verður hildin niðri, meðan a…
U20 gentir og dreingir leika í EM endaum…
Ymiskir prísir, hóast vegastrekki eru ei…
Hvat er El Niño, og hvat ger El Niño?
Hví bleiv Sirið Stenberg forkvinna í Tjó…
Fult hús á Sjónámi
Jákup Sverri “opið skip” á Sjómannadegnu…
Lítið av yngli í summar
Fiski­vinnu­ting í friðartíð
Sálarfrøðiligi fakfestivalurin
Djúpamýra og Másheygur
Hanus Kjølbro og Osmund Justinussen um E…
Silvitni í Varpinum
Reiðara­felagið: Tørvur á størri støðufes…
Fiski­vinnu­tingið sæst her
Julian í eldin aftur!
Á floti sunnanfyri: ”Kalvi, krøk!”