Lýsing
Lýsing

Theresa George kemur úr Norfolk í Onglandi. Her sæst hon undirvísa skeiðsluttakarunum
|
Mynd: Oliver Joensen
Opið hús í Spinnarínum fríggjadagin
Í morgin kl. 14.00 ber til hjá fólki at síggja framleiðsluna hjá skeiðsluttakarum í Spinnarínum
19 kvinnur og ein maður hava hesa vikuna verið á skeið í at læra at spinna. Tað var langur bíðilisti, sigur Dorit Hansen frá Áhugafelagnum Spinnaríið.
Fólk kunnu koma inn at síggja hvat vit læra, skeiðsluttakararnir vera her og tað verður undirvísarin eisini. Vit vísa okkurt fram, sum er framleitt hesa vikuna. Øll eru vælkomin, sigur Dorit við Norðlýsið.
Vit fóru framvið við myndatólinum.
Seinastu tíðindini