Lýsing
Lýsing
Lýsing

Fimm ár? Tað er eitt háðan

SKRIVAÐ: Hergeir Staksberg  |  22.08.2025 - 13:23 Lesarabrøv Politikkur

Ein 32 ára gamal maður úr Filipsoyggjunum er dømdur fyri kníválop í Skálafirði. Hann fær eitt ár í fongsul – og síðani verður hann útvístur úr Føroyum. Í fimm ár.

 

 

Ja, les hatta líka umaftur: Fimm ár.
So kann hann koma aftur til Føroyar.
So kann offrið møta honum til handils.
So kann familjan aftur síggja mannin, sum royndi at drepa Pól Esper.

Vit hava longu sæð tað henda

Hetta er ikki teori ella paranoia – hetta er veruleiki. Vit hava longu dømi um útlendingar, sum hava verið útvístir í fimm ár, koma aftur, og gera sama umaftur: deyðshóttanir, grovan harðskap og nýggja útvísing í fimm ár. Ein av teimum kemur helst inn í landið aftur í 2026.
Skipanin riggar ikki. Punktum.

“Eg eri heppin at vera á lívi”

Tað sigur Pól Esper Hansen, maðurin, sum varð álopin í Skálafirði:

“Lukkutíð, so gav hann mær ein undir vangan fyrst, so eg automatiskt fór í verjustøðu, áðrenn hann byrjaði at høgga við knívinum. Var raðfylgjan tann øvuta, so hevði eg neyvan verið á lívi í dag.”

Í støðuni, greiðir hann frá, hugsaði hann bara um børnini:

“Í støðuni ger mann alt, ið mann er mentur, fyri at yvirliva. Tað fara eisini nógvir tankar gjøgnum høvdið á tær eina sovorðna løtu. Eg hugsaði fyrst og fremst um børnini hjá mær.”

Tað var ikki nakað tilvildarligt álop:

“Alt var tilætlað hjá honum, tí hann hevði verið í Berglon í Klaksvík og keypt knívin og ein kikara, áðrenn hann tók ein taxa her til Skálafjarðar. Her hevur hann eisini spurt seg fyri, hvar beiggi mín búði.”

Og hóast tað nú er farið meira enn eitt ár, so er óttin framvegis til staðar:

“Í langa tíð eftir hendingina, tá vit høvdu verið út, so kannaðu vit øll rúmini í íbúð okkara, áðrenn vit tordu at fara inn.”

Tá hann sá knívin aftur, gjørdist hann skelkaður:

“Tað var ein ordiligur Rambo-knívur, 13,5 sentimetur, sum hann hevði valt sær fyri at gera mest møguliga skaða. So tað er einki at ivast í, at eg eri heppin fyri at vera á lívi í dag.”

Føroyar eru ikki Danmark

Í Danmark búgva 6 milliónir fólk. Har kann ein útvístur “koma aftur” uttan at nakað offur nakrantíð sær hann.

Men í Føroyum? Vit eru 55.000. Vit eru eitt bygdarsamfelag.

Vit síggja hvønn annan á kaiini.
Vit møtast í handlinum.
Vit ganga í somu gøtum, liva í somu smáu økjum.
Ein maður, sum hevur brúkt knív, verður ikki “ein av 6 milliónum” her. Hann verður ein ævigur skuggi, sum aftur stendur framman fyri tær ella tíni familju.

Hví verja vit úlvin heldur enn seyðin?

Vit tosa ofta um at verja seyðin móti úlvi. Men hví er tað so, at tá tað snýr seg um menniskju, velja vit at verja úlvin heldur enn seyðin?

Hví skal samfelagið vísa størri umsorgan fyri einum útlendingi, sum tilvitað brúkti knív, enn fyri einum føroyingi, sum knapt yvirlivdi?

Fakta: Váðin er veruligur

Altjóða kanningar vísa, at menn, sum fremja álvarslig brotsverk, hava høg odds fyri at gera tað aftur. Í USA er talið næstan tveir triðingar. Í Noregi og Danmark er tað lægri, men framvegis álvarsamt, har tað liggur um 25–30% innan fimm ár.

Hetta er ikki ein pástandur ella fantasi. Hetta er veruleiki. Og í einum lítlum landi sum okkara er váðin enn størri, tí vit hava ongan anonymitet at goyma okkum í.

Hvat eigur at henda?

Vit mugu siga tað, sum er:

Fimm ár er alt ov lítið.
Kníválop, deyðshóttanir og grovur harðskapur eiga at føra til útvísing fyri altíð, ella í minsta lagi 15–20 ár. Bara 5 ár er ein háðan.
Tað er ikki rætt, at eitt offur skal liva í ótta, meðan ein kriminellur fær “ein nýggjan kjans”.
Og so spurningurin, sum tú mást svara sjálvur

Hvat um tað var títt barn, sum varð álopið við knívi?
Hvat um tað var tín maki, sum lá á gólvinum við einum manni oman yvir sær við vápni í hond?
Hvat um tað var tín familja, sum skuldi liva við kensluni av, at hann kemur aftur?
Skalt tú tá veruliga siga:
“Ja, men hann var burtur í fimm ár, so nú er tað í lagi”?

Nei.
Vit mugu krevja eina broyting.
Vit mugu krevja eina lóg, sum verjir okkum – ikki bara fyri eini løtu, men fyri alt lívið. Vit kunnu ikki bíða til ein føroyingur liggur í grøvini, tá er for seint at handla og spæla eftirklókur. Sum Elvis segði: “A little less conversation – a little more action”. Broytingin má henda nú, og ikki tá skaðin longu er hendur.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Craig og Hanus eru klárir
Fimm ár? Tað er eitt háðan
Vatnkríggj í dag kl. 18
Vælferðin undir trýsti - vit sleppa ikki…
Veðrið um vikuskiftið
Galdandi pendul-politikkur órógvar føroy…
Fiski­kapping kl. 17 á Kósabrúnni fyri øl…
RokkaDun og mikrospinnarí í Spinnarínum
Frásøgn um eina av lívshendingu­num frá B…
Lands­stýris­kvinnan á Aqua Nor í Tróndhei…
Adrenaline við nýggjum staklagið
Skráin fyri Norð Festivalin 2025 klár! 
Vit fegnast um uppskotið – men meira má…
KÍ kaffi í morgin
Stuttfilmur um Karl í Ánunum
Fantasy prát við Atla Jacobsen og Jákup…
Stovnar 500-milliónagrunn eftir floksvei…
Silvitni í Varpinum
Illgrunin hjá Sirið Stenberg kann kosta…
Toppdystur á Djúpumýru sunnudagin