Lýsing
Lýsing
Lýsing
Tá ið eg so spyrji, um grillbúðin hjá Craig er eins stór og tann hjá Hanus, smílist Graig. Hann vísir mær grill-orkuna, sum bert er trý stór kør í mun til 16 hjá Hanusi | Mynd: Dávur Winther

Craig og Hanus eru klárir

SKRIVAÐ: Tekst & Myndir: Dávur Winther  |  22.08.2025 - 14:58 Mentan Myndarøð Tíðindi Vinna

Hanus hevur á hvørjum ári bøtt munandi um umstøðurnar at kóka Fish & Chips á sjómannadegnum.

Í fjør bygdi hann ein rættiligan bygning til endamálið og keypti fleiri størri frituru-kør at kóka / steikja í. Áðrenn hevði hann ein skúr, tey húsaðust í, sum bleiv tikin niðuraftur eftir Sjómannadagin.

Aftur í ár hevur hann enn einferð bygt út. Hann hevur fingið til vega frá einum niðurløgdum virki í Íslandi fleiri flakalinjur til virkið á Kósini. Men við í keypinum fekk hann eitt størri frituru-borð við fimm frituru-kørum og einum hitapotti.

Um tað ikki var nóg mikið, so hevur hann gjørt eina størri ella næstan yvirvaksna ventilatiónsskipan, so dampurin og roykurin frá kørunum verður sogin út við stórari megi.

Alt hetta var royndarkoyrt í dag, har Craig, saman við tvíburðunum, Ruben og Telmo stóðu við pottarnar. Vit eru klárir, søgdu Hanus og Craig.

Hvat henda grillbúðin kostar, tori eg ikki at gita, men tað er við vissu ikki smápengar.

Eisini er hølið myndprýtt við Gadus, har Kallurin og James Bond eru i baksýni og so við hini klassisku myndini av hógliga og dugnaliga pápanum, Jógvan í Norðnastovu umborð á Sjúrðarbergi.

Fyrsta árið Craig var í Klaksvík, var í 2015 – Hann gleðir seg sum eitt barn at koma til Sjómannadagin, tó at okkurt árið er gloppið ímillum. Temo hevur verið her áður, meðan hetta er fyrsta árið hjá Ruben.

Graig saman við øðrum reka eina Take Away-grillbúð, sum teir kalla Lewis´s Fish & Grill. Hon liggur í Maidstone, ið er nærhendis London. Teir hava fleiri ferðir vunnið stórar kappingar innan Fish & Chips og verið meistarar í Onglandi.

Her starvast uppá skift 15 fólk. Tá ið eg so spyrji, um grillbúðin er eins stór og tann hjá Hanus, smílist Graig. Hann vísir mær grill-orkuna, sum bert er trý stór kør.

Í mun til øll tey mongu hjá Hanus, sum telja heili 16 frituru-kør, so er meistara-búðin hjá Craig meir at kalla ein lítil kroysa.

Kanska er Hanus meistari í at hava størstu og best útgjørdu grillbúð, uttan at hann veit av tí?

Ongantíð hevur grillorkan verið so stór sum í ár, so nú fer kanska at standa á, at fáa nóg mikið av rávøru til kørini, umvegis Heina Ósá, sum vendur teimum í serligari eggja-blanding og rasp.

Tá ið eg spyrji Craig, hvør er loynidómurin við, at teir so oftani hava vunnið meistaraskapið í Fish & Chips í Onglandi – Er tað mátin, tit gera tað uppá, er tað kryddíir og tað, tit tilseta í raspið? Nei, svarar Craig sannførandi. Størsta orsøkin til, at vit vinna, liggur í tí fantastisku rávøruni, vit fáa frá Hanusi. Hanus er fantastiskur, leggur Craig afturat.

Jú, sanniliga kunnu vit taka undir við Craig, Ruben og Telmo: Hanus er fantastiskur!

 

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Føðingardagsheilsan: Frá at hótta demokr…
Norðoya Sparikassi 17 milliónir í avlopi…
Norðoya Tjóðveldis­felag fegnast um Russl…
Craig og Hanus eru klárir
Fimm ár? Tað er eitt háðan
Vatnkríggj í dag kl. 18
Vælferðin undir trýsti - vit sleppa ikki…
Veðrið um vikuskiftið
Galdandi pendul-politikkur órógvar føroy…
Fiski­kapping kl. 17 á Kósabrúnni fyri øl…
RokkaDun og mikrospinnarí í Spinnarínum
Frásøgn um eina av lívshendingu­num frá B…
Lands­stýris­kvinnan á Aqua Nor í Tróndhei…
Adrenaline við nýggjum staklagið
Skráin fyri Norð Festivalin 2025 klár! 
Vit fegnast um uppskotið – men meira má…
KÍ kaffi í morgin
Stuttfilmur um Karl í Ánunum
Fantasy prát við Atla Jacobsen og Jákup…
Stovnar 500-milliónagrunn eftir floksvei…