Vatnkríggj í dag kl. 18
Stórt vatnkríggj millum skip og bátar umframt á kaiøkinum á vestursíðuni
Tá fiskikappingin er liðug, leggja skip og bátar at Kósabrúnni og taka fólk umborð, og síðani verður kríggjast millum bátarnar á Vágni.Sløkkilið og bjargingarfeløg luttaka í vatnkrígnum.
Siglt verður í ring inni á Vágni, og kríggið endar, tá sjóverjuskipið Tjaldrið blæsir tríggjar ferðir við stóra skipslúðrinum.
Á vestursíðuni, framman fyri Northern Fish Cold Storage, er stórt vatnkríggj á landi fyri børn og vaksin, sum ikki ynskja at verða umborð á bátunum. Sjórænarar vitja.
Øll – bæði børn og vaksin – sum luttaka í vatnkrígnum, kunnu rokna við at gerast dýggjvát og tí er umráðandi, at vera í heitum klæðum.
Tað er ikki loyvt at kasta vatnballónir á sjógv!
Minnist til, at lata tykkum í bjargingarvestar!