Lýsing
Lýsing
Lýsing
Mynd: kvf.fo

Rørdur Rúni heiðraði Benjamin eftir finalusigur

SKRIVAÐ: Johnny í Grótinum  |  20.07.2025 - 23:13 Ítrottur Tíðindi

Í samrøðu við KVF eftir finalusigur á oyggjaleikum bar Rúni Øster eina serliga heilsan. Her kemur forkláringin upp á heilsanina

 

 

“Eg gjørdi tað fyri Benjamin Gunnarstein! Eg elski teg, Benjamin!”

Soleiðis segði Rúni Øster í eini samrøðu við KVF beint eftir finaludystin í einmansleiki, har Rúni kom av bananum sum sigurharri. Heilsanin var til Benjamin Gunnarstein, sum áður hevur umboðað Føroyar á oyggjaleikum og verið venjari hjá Rúna í HBF.

Í juni í ár boðaði Benjamin alment frá á sosialu miðlunum, at læknarnir høvdu sagt honum, at hann bert kann roknað við at liva eitt ár aftrat. Síðani 2022 hevur Benjamin verið í viðgerð fyri krabba í heilanum.

Áðrenn fráferðina til oyggjaleikirnar á Orknoyggjum fekk Rúni eini skrivlig boð frá Benjamin: “Ger tað ómøguliga møguligt og vinn allar tríggjar fyri meg!”

Tí segði Rúni eftir samrøðuna: “Tað var ordiliga deiligt at kunna geva hatta til Benjamin eisini!” Ei undir í, at Rúni eisini bleiv rørdur eftir finalusigurin. Rúni vann allar tríggjar finalurnar, sum hann luttók í.

Í badminton upplivdu vit á Orkney stóran spenning og sterkar vónir um at endurvinna liðkappingina, tí gjørdust vit eisini skuffaði, tá leikarar okkara máttu taka til takkar við silvurinum. Hinvegin høvdu vit við støði í úrslitunum á Guernsey ikki orsøk til at vænta okkum so nógv í einstaklingakappingunum, men tá finalurnar blivu leiktar fríggjadagin fekk sigursrómurin ongan enda, tí badmintonleikarar okkara tóku øll gullheiðursmerkini og gjørdu okkum ovurfegin teirra vegna.

At Rúni so eisini fekk okkum øll at fella nøkur tár, tá hann valdi at heiðra fyrrverandi oyggjaleikaleikara okkara Benjamin Gunnarstein, gjørdi bara kensluligu upplivingina fullkomna. Fyri Rúna hevur tað óiva eisini verið ein eyka motivatión til at hugsavna seg um uppgávuna, at hann soleiðis fekk eitt hægri mál við at vinna øll trý gull heiðursmerkini.

Tí Benjamin hevði heitt á hann um at gera tað ómøguliga møguligt.

Samrøðan hjá KVF við Rúna Øster kann síggjast her:

Rørdur Rúni Øster skrivaði søgu | Kringvarp Føroya

Lýsing
Seinastu tíðindini
Varaleiða­rin legði búffar á grillina
So er klárt til ókeypis Fish and Chips í…
Julian knústi føroyska metið
Føroyskir politikarar skilja ikki antitr…
Vatnkríggj í fagrasta veðri
Myndarøð: Fiski­kapping á Sjómanna­degnum
Føðingardagsheilsan: Frá at hótta demokr…
Norðoya Sparikassi 17 milliónir í avlopi…
Norðoya Tjóðveldis­felag fegnast um Russl…
Craig og Hanus eru klárir
Fimm ár? Tað er eitt háðan
Vatnkríggj í dag kl. 18
Vælferðin undir trýsti - vit sleppa ikki…
Veðrið um vikuskiftið
Galdandi pendul-politikkur órógvar føroy…
Fiski­kapping kl. 17 á Kósabrúnni fyri øl…
RokkaDun og mikrospinnarí í Spinnarínum
Frásøgn um eina av lívshendingu­num frá B…
Lands­stýris­kvinnan á Aqua Nor í Tróndhei…
Adrenaline við nýggjum staklagið