Lýsing
Lýsing
Lýsing

Fjølbroytt Tórsfest

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  21.07.2025 - 07:00 Mentan Tíðindi

Í ár verða enn fleiri pallar á Tórsfest, so tú kanst finna júst tann tónleikin, tú dámar. Sama um tú ert til teknotónleik, dansiband, singer-songwriter, blues ella fólkatónleik – á Tórsfest er okkurt til øll.

 

Fólkatónleikur í serflokki í Reinsarínum á Tórsfest

Bólkurin Kalas er heitasta navnið í løtuni innan føroyskan fólkatónleik. Bólkurin er mannaður við fýra óvanliga gávaðum ungum kvinnum, sum – umframt at eksellera innan klassiskan tónleik – eisini spæla fólkatónleik á sera høgum støði.

Tær fýra barndómsvinkonurnar Døgg Jógvansdóttir úr Dímun (violin), Kristianna Skarpheðinsdóttir Joensen (akkordeon), Bjørt Holm (sello) og Sigrið F. Hansen (kontrabass) eru kendar og virknar innan klassiskan tónleik. Hóast tær eru blaðungar, hava tær longu gjørt nógv um seg í tónleikaumhvørvinum. Hvør í sínum lagið hava tær luttikið og vunnið virðislønir í kappingum sum Stella Polaris, Crescendoog Berlingske Klassiske Musikkonkurrence í Danmark. Eisini spæla tær allar í Føroyska Symfoniorkestrinum.

Tær hava allar tónlistarligt upphav í klassiska tónleikinum, men hava síðan 2017 eisini spælt fólkatónleik. Í ár lótu tær úr hondum sína fyrstu fløgu, Minnisgripir, sum hevur fingið góð ummælir og staðið seg væl. Kalas verða at hoyra í Reinsarínum á Tórsfest.

So um tær tørvar ein steðg frá stóru konsertunum í Vágsbotni, kanst tú leita tær inn í Umami, Perluna ella í Reinsaríið at njóta alskyns tónleikatilboð.

Keyp atgongumerki í dag fyri einans kr. 1.050,- umframt avgreiðslugjald.
 Skunda tær – tey ganga skjótt undan!

Tórsfest er stuðlað av Føroya Tele, OY, SMS, Red Bull, Effo, Burger King, Betri Trygging, Wenzel Bilrøkt, Atlantic Airways, Sveiggj og Hoyrnini.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Varaleiða­rin legði búffar á grillina
So er klárt til ókeypis Fish and Chips í…
Julian knústi føroyska metið
Føroyskir politikarar skilja ikki antitr…
Vatnkríggj í fagrasta veðri
Myndarøð: Fiski­kapping á Sjómanna­degnum
Føðingardagsheilsan: Frá at hótta demokr…
Norðoya Sparikassi 17 milliónir í avlopi…
Norðoya Tjóðveldis­felag fegnast um Russl…
Craig og Hanus eru klárir
Fimm ár? Tað er eitt háðan
Vatnkríggj í dag kl. 18
Vælferðin undir trýsti - vit sleppa ikki…
Veðrið um vikuskiftið
Galdandi pendul-politikkur órógvar føroy…
Fiski­kapping kl. 17 á Kósabrúnni fyri øl…
RokkaDun og mikrospinnarí í Spinnarínum
Frásøgn um eina av lívshendingu­num frá B…
Lands­stýris­kvinnan á Aqua Nor í Tróndhei…
Adrenaline við nýggjum staklagið