Páll Müller skrivað sáttmála við KÍ
KÍ hevur nú fingið ein nýggjan ungan lokalan í hópin hjá besta liðnum.
KÍ skrivar:
Longu í morgin, verður álopsinnaði ungi maðurin við liðnum, sum skal møta AB á Argjum í seinna dystinum í hálvfinaluni um løgmanssteypið.
Magnus Powell, høvuðsvenjari, er sera fegin um, at sáttmáli verður skrivaður við Páll Müller.
- Páll er ein dugnaligur og arbeiðssamur leikari, og hann hevur uppiborið hendan møguleikan. Hann er er sterkur, hevur ein góðan fysikk, sum hann heilt sikkurt eisini hevur fingið frá hondbóltinum. Hann brýtur seg ígjøgnum í nær kampunum upp á ein máta, sum ikki er so vanligt hjá so ungum leikarum, vísur høvuðsvenjarin á.
Páll hevur seinastu tíðina spælt við 1. deild. Hóast hann nú verður partur av øllum venjingum hjá Betri deildarliðnum, so fer hann helst at fáa fleiri dystir í 1. Deild og nakrar møguleikar við besta liðnum, sigur Magnus Powell.
- Hann verður við okkum í morgin, tá ið vit skulu út á Argir. Men vit skulu taka menningina hjá honum í álvara, og tí snýr tað seg eisini um at gera tingini í røttu raðfylgju. Tað er sera týdningarmikið, at ungir leikarar verða testaðir á hægsta stigi, men samstundis eisini hava møguleika at útvikla seg í 1. deildarhópinum.
- Vit hava sæð hansara potentiali, og tað er tað vit vilja viðurkenna við einum sáttmála, sum í fyrstu syftu gongur fram til oktober. Nú skal hann prógva seg, og vit skulu eisini meta um búningina hjá leikaranum. Hann kemur at venja við Betri deildarliðnum, og er hann góður nokk, so spælir við okkum, og annars kemur hann heilt sikkurt at spæla fleiri dystir við 1. Deild, sigur Magnus Powell.
"Hetta er ein æra"
Páll Múller hevur vant fótbólt síðani hann var heilt lítil, og hann gleðir seg til at venja saman við besta liðnum.
- Hetta er ein æra fyri meg, sigur Páll Müller.
- Tað er spennandi at sleppa at leika saman við so góðum leikarum, sum hava klára tað so gott. Tað hevur stóran týdning fyri meg, at eg fái hendan møguleikan sigur Páll.
Tá ið vit spyrja Páll, um tað hevur ávirkað hansara hug til fótbóltin, at pápin hevur spælt nógv á hægsta støði, so er hann ikki í iva.
- Tað hevur heilt sikkurt havt stóran týdning, at babba hevur spælt. Hann hevur kunna lært meg nógv, komin við góðum ráðum og til tíðir eisini veri eitt sindur harður, sigur hann við einum smíli.
- Mítt fokus beint nú, er bara at venja og spæla mest møguligt, samstundis sum eg royna at eta rætt og gera eykavenjingar, so eg kann gerast tann besta útgávan av mær sjálvum, sigur Páll Müller at enda.
Og, um nakar ivast, so er Páll Múller sonur til Meinhardt Joensen, fyrrverandi málmann, og Onnu Müller, sum eisini hevur vart málið fyri KÍ í bestu kvinnudeildini í fleiri ár.