Lýsing
Lýsing
Lýsing

Summarframsýningin prikar til okkara áskoðan á Grønland

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  16.06.2025 - 09:29 Mentan Tíðindi

Ivínguak’ Stork Høegh spælir við stereotypiskar hugsanir um Grønland í ársins summarframsýning í Norðurlandahúsinum. Øll eru vælkomin til fernisering 21. juni, kl. 15.00.

 

Stórsligin landsløg og inuittar í tjóðbúna. Soleiðis hava listafólk - serstakliga listamenn - lýst Grønland gjøgnum søguna. Ársins summarframsýning, ið er umboðað av listakvinnum, ið lýsa landið úr einum øðrvísi sjónarhorni - sum prikar til ráðandi, maskulinu áskoðanina á Grønland - og ikki at gloyma ta áskoðan, eitt hjálandaveldi hevur á Grønland.

Framsýningin Tú skoðar meg – sum eg skoði teg vísir verk hjá søguligum listakvinnum. Listakvinnum, ið lýsa gerandisdagin - børn og konur í gerandisdegnum, ið ikki bert verða eygleidd, men sum eisini eygleiða teg.

Hesi verkini, ið mestsum ikki hava fingið pláss í listasøguni, fara á framsýningini í samskifti við talgildu samklippini Arctic Exotic hjá Ivínguak’ Stork Høegh. Við skemti og spei sum amboð prikar hon og viðmerkir hjálandaarvin og mongu stereotypisku hugsanirnar um Grønland - samstundis sum hon skapar nýggjar søgur, ið knýta saman fortíð og nútíð.

Søguligu listakvinnurnar eru Christine Deichmann (1869–1945), Oda Isbrand (1904–1987), Ellen Locher Thalbitzer (1883–1956) og Jette Bang (1914–1964).

Framsýningina hevur Laila Lund Altinbas, listfrøðingur, og Stine Lundberg Hansen, ið skrivar um list, sett upp.

Øll eru vælkomin til fernisering 21. juni kl. 15. Tú skoðar meg – sum eg skoði teg er ókeypis og er opin fram til 24. august.

 

Um Ivínguak’ Stork Høegh

Ivínguak’ Stork Høegh (f. 1982) er fødd og búsitandi í Grønlandi. Hon hevur nomið sær útbúgving á listaskúlanum í Grønlandi, á Århus Kunstakademi og sum miðlagrafikari á Keypmannahavnar Tekniska Skúla. Framsýningin vísir serliga nøkur av hennara talgildu myndasamklippum, men hon arbeiðir eisini við málningum, grafikki, keramikki, og margmiðli.

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Fimm av seks flokkum taka ábyrgd!
40 ár í sama starvi
Saman at standa … 
Líðhamar inni við 22.000 pundum
Batman sæddur í Á handlinum
Methøgt stigatal: Við Tjarnir fingið alt…
Summar­framsýningin prikar til okkara ásk…
Konsert í Christians­kirkjuni í Klaksvík
Tjóðarsemja – og harpiks
Veðrið í vikuni
Gadus farin nýggjan túr
Pílagrímsguds­tænasta
Ein ítøkilig loysn á bústaðarneyð­ini: Lo…
Føroyar taptu 3-0 fyri Luksemborg
Laura Dekker lagt at í Leirvík
Ein hjartans tøkk
KÍ vann stórsigur eftir trupla byrjan
Summarkvøld við Toftavatn
Undirsjóvar­tunnil í Kalsoynna
Norðsøki á veg á Íslands­miðini