Lýsing
Lýsing
Lýsing
Mynd: Oliver Joensen

KÍ vann stórsigur eftir trupla byrjan

SKRIVAÐ: Jákup Ósá  |  15.06.2025 - 13:06 Ítrottur Tíðindi

Tað var eingin stórvegis munur á liðunum størsta partin av fyrra hálvleiki, men tá KÍ so fekk hol á, so var bara spurningur um, hvussu nógv KÍ fór at vinna.

07 Vestur hevði onkran stóran møguleika og KÍ-liðið sá ikki væl upplagt út í fyrsta dystinum eftir landsdystirnar og tað er ikki heilt óvanligt. Men einki mál kom fram til 37. minutt, tá Páll A. Klettskarð skallaði bóltin í málið. Og løtu seinni bleiv Jonn Johannessen feldur og so økti Árni Frederiksberg.

Í seinna hálvleiki var bara spurningur um tíð, hvussu stórur sigurin hjá KÍ skuldi blíva. Páll A. Klettskarð og Mads Boe Mikkelsen, sum hesar báðar síðstu dystirnar tykist betri upplagdur, skoraðu.

Hjá KÍ fekk Gaston Tellechea gult kort og tí verður hann ikki við móti B36 um eina viku.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Veðrið í vikuni
Gadus farin nýggjan túr
Pílagrímsguds­tænasta
Ein ítøkilig loysn á bústaðarneyð­ini: Lo…
Føroyar taptu 3-0 fyri Luksemborg
Laura Dekker lagt at í Leirvík
Ein hjartans tøkk
KÍ vann stórsigur eftir trupla byrjan
Summarkvøld við Toftavatn
Undirsjóvar­tunnil í Kalsoynna
Norðsøki á veg á Íslands­miðini
Patrik hevur verið flúgvandi
Klaksvík­ingur við sannfør­andi aftursvari
07Vestur - KÍ: Kunning um Parkering
Svein Rógvi tippar Sundalagsróðurin
Føroyar fingið landagóðkenning frá Brasi…
Upptakt: 07 Vestur-KÍ
Megna Klaksvík­ingur ella Norðingur at sv…
Brandur: Klaksvík­ingur vinnur FM
Føroyar vunnu á Íslandi í fimmsettara