Svein Rógvi tippar Sundalagsróðurin
Verturin á Nøglini hjá Norðlýsinum stingur nøsina fram og metir um dagsins úrslit
Sundalagsastevna 2025 í Hvalvík:
Nú hevur tað regna í 3 vikur og hettar gevur stórar áir, nógv fekst vatn í sjónum. So skal tú vinna í Hvalvík krevur tað, at man torir at “doyggja”umborð á einum kappróðrarbáti.
Í Hvalvík skuldi tað altíð verið róð 2000 metrar fyri 10. mannfør, so at man veruliga sá hvat dugur var í monnum.
5 mannfør gentur 14-16 ár.
1. Kollur
2. Pílur
3. Tekla
Javnleik á Norðoyastevnu, veksla vit til ein batslong til fordeil til Koll.
5 mannfør gentur 15-17 ár.
1. Sílið
2. Ørnin
3. Drekin
Sílið vann á Norðoyastevnu og kemur eisini at vinna klár í dag – og hava beina kós ímóti FM 2025.
5 mannfør kvinnur.
1. Fipan Fagra
2. Kjósin
3. Tjaldrið
Langt síðani man hevur sæð 5 mannfør kvinnur róð so gott og flott, sum á Norðoyastevnu, tí væntið eg at munurin verður størri í dag.
6. mannfør kvinnur
Jarnbardur vinnur.
5 mannfør dreingir 14-16 ár.
1. Fipan Fagra
2. Kollur
3. Firvaldur
Einasta broyting frá Norðoyastevnu er, at Firvaldur verður nr. 3. Fipan Fagra rør for væl til at vera tikin í ár.
5 mannfør dreingir 17-18 ár.
1. Drekin
2. Fipan Fagra
3. Royndin Fríða
Soleiðis eigur kappróður at vera, tað verður bara buldra til og taktikkur lagdur á hillina. Her verður FM avgjørt á Ólavsøku. Deiligt at síggja.
6 mannfør menn.
1. Sundabáturin
2. Skúgvur
3. Gongurólvur
Sundabáturin hevur bara betur teknikk enn hinir, og tí vinnur hann aftur í dag.
8 mannfør
1. Ørvur
2. Risin
3. Knørrur
Koma “Grønskolningarnir” umborð á Ørvi at vinna aftur í dag? Svarið er JA. Men hesa fer verður tað enn størri munur, tí Ørvur rør betur í lunn enn hinir bátarnir. Risin kemur at vinna startin og endan, men missur í miðróðrinum, tí vera teir nr. 2. Vit fáa ein nýggja 3´ara í dag, nemliga Knørr. Man tað vera Runi Mohr effektin!! Men ein “dark horse” er Gullbrandur, hann kann vinn alt í dag.
10 mannfør.
1. Klaksvíkingur
2. Havnarbáturin
3. Norðingur
Tað var gamalt, at tá ið Klaksvíkingur tapir á Norðoyastevnu, og tað eru 14 dagar til næstu stevnu. So er sigvenja, at Klaksvíkingur hevur duga betur enn hinir bátarnir, at rætt uppá tað, sum rættast skal. Og gera tað, sum gerast skal, fyri at knalla til. Teir fara at skúgva allan iva til viks í dag.
Róðurin kemur at vera soleiðis. Klaksvíkingur og Havnarbáturin stav um stavn inn á 500 m, eftir 500 m fær Klaksvíkingur stavni fram um og vinnur við 1/100. Norðingur skal ikki gloymast, teir vera aftast við ein lítlan skut aftanfyri Klaksvíking. Eitt sátt fýrverk av 10 mannaførðunum.
Góða stevnu.
Heilsan Svein Rógvi Nielsen Ljósstein.