Lýsing
Lýsing
Lýsing

Magnus: Eg ynski, at leikarar spæla nógv

SKRIVAÐ: ki.fo  |  13.06.2025 - 11:44 Ítrottur Tíðindi

Í sendingini hjá Norðlýsinum "Komið øll við á Djúpumýru" greiddi Magnus Powell, høvuðsvenjari hjá KÍ, frá, hví ikki fleiri minuttir vóru givnir til betrideildarleikarar í 1. deild.

Kristian Joensen hevði áhugaverda samrøðu við Magnus Powell mikudagin, har teir komu víða um viðvíkjandi KÍ. Ein av spurningunum, ið eisini varð umrøddur, var leiktíð til betrideildarleikarar í 1. deild.

- Taka vit Jonn Johannesen, so er hann júst komin fyri seg. Hansara kroppur hevur ikki megnað at spælt fullar dystir fyrr enn nú, og tí hevur tað verið óhugsandi, at hann skuldi spæla við 1. deild eisini. Claes Kronberg, Filip Brattbakk, Mads Boe Mikkelsen og Deni Pavlovic hava allir verið skaddir, og tí hava teir spælt lítið seinastu tíðina. Allir hesir leikarar hava heldur ikki verið nóg væl fyri til at spæla heilar dystir í Betri Deildini, og tí hevur tað verið óhugsandi, at teir skulu leika dagin fyri eisini, sigur Magnus Powell.

- Fleiri av hesum leikarum hava bert spælt 30 minuttir av einum betrideildardysti, tí tað er tað, sum kroppurin hevur hildið til beint nú.

- Til dømis segði eg við Dávid Andreasen fyrr í ár, at jú fleiri minuttir hann spælir við 1. deild, jú færri minuttir kemur hann at spæla í Betri Deildini. Hann hevur stórt potentiali og hevur tikið seg sera nógv fram.

- Eg havi alla tíðin ynskt at síggja Dávid í Betri Deildini, tí hann er ein góður leikari, og nú hevur hann eisini víst, at hann kann taka ábyrgd, byrja dystir og gera tað gott.

- Annars hava Latif, Børge og Milo spælt so at siga allar dystir við 1. deild.

- Eg vil hava, at leikarar spæla mest møguligt, og tí hava vit altíð fokus á tað, og umrøða tað støðugt innanhýsis í venjarahópinum, segði høvuðsvenjarin at enda við Norðlýsið.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Føroyar til EM í talvi
KÍ hevur bara einaferð skorað fleiri mál
Føroyar varðveita somu kredittmeting
Grønlendsk listaframsýning
Seks KÍ-leikarar á A-lands­lið­num hesafer…
Føroya fyrsta Brekumboð sett
Kveikja hugin til íverksetan
Føroyar hava eina minniluta­stjórn
Skrivstovulærl­ingur á Sjónámi
Falkon fer at byggibúgva setahúsagrundøk…
Alexandra á Dul til forstjóra í Sjúkrahú…
Mjølnir vendi hóttandi tapi til 3-2 sigu…
Norski sangfuglu­rin Christel Alsos kemur…
Eldrahugni í Betesda byrjar aftur
Heiðurs­konsert fyri Alex Sólstein
KÍ slapp við skrekkinum
Dávid B. Andreasen er givin í KÍ
Diskriminer­andi uppskot um fráfaringaral…
Upptakt: B68-KÍ
Sangkórið luttekur í Betesda sunnukvøldi…