
Føroyar hava eina minnilutastjórn
Samgongan klárar ikki at mynstra nakran meiriluta millum síni egnu til síni stórmál, og noyðist tí út at søkja sær stuðul frá máli til mál. Tá tað ikki eydnast, verða málini ikki samtykt, hóast samgongan telur 18. Og har verður fíggjarlógin avgerandi styrkiroyndin.
Málið, sum veruliga fekk Eyðdis Hartmann Niclasen í andglettin í farnu viku, var upprunaliga eitt lógaruppskot hjá sitandi Landsstýrinum. Har syrgdu 4 samgongutinglimir fyri, at málið fall, og Bjarni Kárason Petersen, uppskotsstillari, misti andlit. Nú hevur nakað av rokering verið við varafólki í Løgtinginum, og málið verður tí helst samtykt. Ikki tí at samgongan hevur meiriluta fyri tí, men tí at nakrir andstøðutinglimir hjálpa til.
Í mai varð málið um hægri pensiónsaldur tikið aftur áðrenn 3. viðgerð og kom tí ongantíð í gildi. Tá hoyrdist á vatnrørunum, at orsøkin var, at javnaðartingfólk fingu kaldar føtur, og harvið hevði málið fallið til atkvøðugreiðsluna. Her er talan um eitt reint taparamál, sum onga atkvøðu gevur, heldur tvørturímóti, og tí var ongin í andstøðuni sinnaður at leggja atkvøðu ella rykti til. Hótt hevur verið við at leggja sama mál fram aftur í heyst, men enn hevur so onki verið at sæð til tað.
Við Suðuroyartunlinum er støðan meira margháttlig. Har er undirtøka fyri tí málinum í andstøðuni, men av tí at Framsókn setir sum krav fyri at taka undir við tí, at málið um hægri pensiónsaldur fyrst skal verða samtykt, varð málið – eftir initiativi hjá Framsókn – proforma atkvøtt aftur í nevnd. Tá varð sagt, at ætlanin var at viðgera tað nærri/betur, men tað hendi ongantíð. Her situr sostatt ein blokerandi minniluti (Framsókn) í samgonguni (!) og forðar einum máli, sum hevur breiða politiska undirtøku.
Nú, týsdagin 30. september, kemur so ein røð av málum raplandi. Fíggjarlógin er tað størsta, og ætlaði samgongan at fáa fokus tikið frá henni við at leggja fosturtøkumálið fram júst nú, sær tað ikki út til at fara at eydnast. Vit vita longu nú, hvat fer at henda við fosturtøkumálinum, og serliga eitt av hinum málunum, sum kemur fyri týsdagin, hava veljararnir bíðað leingi eftir. Tað um MVG-frítøku av gerandisvørum. So stórur spenningur er millum hart sperdu føroysku húskini um tað málið, at tað verður ikki gjørligt at flyta fokus.
Tvey viðurskifti eru, sum benda á, at málið er ein tungur burður fyri samgonguna, og at hon møguliga framvegis ikki hevur nakran meiriluta fyri. Annað er tann ómetaliga drúgva viðgerðartíðin, málið hevur fingið. Tá einføld mál eru fleiri ár um at koma í Løgtingið, merkir tað nærum altíð innanhýsis ósemjur. Hitt er, at løgmaður ikki vil siga, júst hvørjar vørur, talan verður um. Tað bendir á, at semja er ikki um tað enn. Og ósemjan stendst uttan iva av, at samgongan fer at krevja pening inn aðrar vegir fyri at fíggja MVG-frítøkuna.
Síðani er tað sáttmálin við Russland. Málið um at nokta 2 reiðaríum atgongd til føroyskt sjóøki og føroyskar havnir skuldi verið komið úr Uttanlandsnevndini í farnu viku, men har er biðið um at fáa freistina longda. Har er tað ongin loyna, at summi tingfólk í samgonguni ikki eru álvulig við bannið.
Samgongan hevur sostatt gjørt heystið 2025 óneyðuga baldrut fyri seg sjálva. Kemiin millum samgongutingfólk hevur ikki verið góð hetta valskeiðið, og í toppinum megna forfólkini ikki at halda floksdisciplin. Mál koma í langdrag, tingfólk í farloyvi bróta frívakt fyri at fáa varafólkini út, og politikarar passa sær løgir, til konstellatiónin við varafólkum í bæði andstøðu og samgongu er ideell at fáa mál ígjøgnum við minimalum meiriluta.
Vit mugu tí sigast at hava eina minnilutastjórn. Tað er í sær sjálvum onki forgjørt í tí, og tað er vanligt aðrastaðni, men tá eru stjórnirnar í minniluta frá byrjan, eru samdar innanhýsis og hava gjørt avtalur við stuðulsflokkar um stóru linjurnar. Okkara stjórn hevur innanhýsis trupulleikar og má tí út at kompensera fyri vantandi undirtøku í egnum rekkjum. Tað ber til í summum málum, men fer tað at bera til í stórmálum sum pensiónsaldurshækking og fíggjarlógini fyri 2026? Vit ivast stórliga!