Lýsing
Lýsing
Lýsing

Grønlendsk listaframsýning

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  29.09.2025 - 15:51 Mentan Tíðindi

Í døgunum 3. – 12. oktober sýnir grønlendska listakvinnan Helena Jensen fram í Gallarí Á Stongunum.

 

Fernisering verður fríggjadagin 3. oktober kl. 17.

M.C. Restorff luttekur við sangi og tónleiki.
Ábit verður. Øll eru hjartaliga vælkomin.

Umframt listaverkini hjá Helenu verður eisini møguleiki at síggja fjøltáttað listaverk frá ymiskum støðum norðanfyri Polarsirkulin.

 

Framsýningin er opin hesar tíðir:

  • 3. okt. kl. 17-20
  • 4. – 5. okt. kl. 14-20
  • 6. – 10. okt. kl. 15-18
  • 11. – 12. okt. kl. 14-20

 

Helena Jensen

Helena er uppvaksin og býr í Nuuk. Hon hevur børn og barnabørn og er í dag pensionerað. Hon er útbúgvin sum lærari og hevur starvast sum lærari ymsastaðni í Grønlandi í 30 ár. Hon hevði eina kristna cafe í Nuuk saman við manni hennara í eina tíð, inntil hann bleiv sjúkur.

Hóast list altíð hevur havt hennara stóra áhuga, hevur hon ikki havt tíð at raðfesta listina, fyrr enn hon bleiv pensionerað. Helena málar bæði abstrakt, portrettir og náttúrumyndir, serliga við akryl farvum. Hon hevur áður sýnt fram í Grønlandi og hevur verið forkvinna fyri Grønlands Julemærke í fleiri ár.

Helena gjørdist kristin í 1991. Síðani tá hevur hon støðugt hildið andaktir fyri heimleysum og í fongslinum í Nuuk. Á sumri er hon umborð á føroyska trúboðaraskipinum Juvel 2, sum ferðast við gleðiboðskapinum kring Grønland. Ígjøgnum samstarv við føroyingar innan kristniboðanina í Grønlandi, hevur Helena fingið tokka til Føroyar og knýtt vinarbond við føroyska fólki.

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Føroyar varðveita somu kredittmeting
Grønlendsk listaframsýning
Seks KÍ-leikarar á A-lands­lið­num hesafer…
Føroya fyrsta Brekumboð sett
Kveikja hugin til íverksetan
Føroyar hava eina minniluta­stjórn
Skrivstovulærl­ingur á Sjónámi
Falkon fer at byggibúgva setahúsagrundøk…
Alexandra á Dul til forstjóra í Sjúkrahú…
Mjølnir vendi hóttandi tapi til 3-2 sigu…
Norski sangfuglu­rin Christel Alsos kemur…
Eldrahugni í Betesda byrjar aftur
Heiðurs­konsert fyri Alex Sólstein
KÍ slapp við skrekkinum
Dávid B. Andreasen er givin í KÍ
Diskriminer­andi uppskot um fráfaringaral…
Upptakt: B68-KÍ
Sangkórið luttekur í Betesda sunnukvøldi…
Næstbesta liðið hjá KÍ tapti botndystin…
KÍ manglaði hugflog í steypafinaluni