Næstbesta liðið hjá KÍ tapti botndystin í Runavík
Bæði liðini høvdu styrkt um liðið við nógvum eykaleikarum frá besta liðnum.
M.a. hevði NSÍ tríggjar útlendskar leikarar og KÍ fýra útlendskar leikarar á vøllinum. Eftir 0-0 í hálvleikinum skoraði NSÍ tvær ferðir í seinna hálvleiki og vann 2-0.
Tá B36 samstundis vann 1-0 á ÍF, so hava NSÍ og b36 vunnið seg fýra stig framum KÍ, nú trý umfør eru eftir. Tí er tað helst EB/Streymur, sum KÍ skal yvirhála og EB/Streymur hevur eins og KÍ havt eitt langt tíðarskeið við vánaligum úrslitum. EB/Streymur er tvey stig frammanfyri KÍ. Síðstu trý umførini hava leikarar eldri enn 21 ár, ið hava spælt fleiri enn tríggjar dystir á besta liðnum, ikki loyvið at flyta niður.
KÍ hevur dystir eftir móti ÍF (heimavølli), EB/Streymu (útivølli) og 07 Vestur (heimavølli), meðan EB/Streymur hevur dystir eftir móti Víkingi (útivølli), KÍ (heimavølli) og B36 (útivølli).