Lýsing
Lýsing
Lýsing
Sum tann royndara av teimum báðum eftirverandi í leiðsluni av Sjúkrahús Føroya er Alexandra á Dul besta boðið uppá ein komandi forstjóra í Sjúkrahúsverkinum | Mynd: Sjúkrahúsverk Føroya

Alexandra á Dul til forstjóra í Sjúkrahúsverki Føroya!

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  29.09.2025 - 10:47 Leiðarin Tíðindi

Nú forstjórin í Sjúkrahúsverki Føroya hevur sagt seg úr starvi, og ongin starvslýsing eftir nýggjum forstjóra er gjørd, er upplagt at lata annan av hinum báðum stjórunum taka yvir. Alexandra á Dul hevur sitið longst og er tí helst besta boðið

 

Hevur Sjúkrahúsverk Føroya virkað, sum tað skal, og sambært tí leiðslubygnaði, sum politiska skipanin ásetti í 2017, hevur sjúkrahúsverkið seinastu 8 árini havt eitt felags leiðslutoymi, har stjórarnir á Klaksvíkar Sjúkrahúsi, Suðuroyar Sjúkrahúsi og Landssjúkrahúsinum hava virkað sum toymisleiðarar – tó hevur stjórin á Landssjúkrahúsinum havt forrang sum forstjóri.

Tað merkir, at teir báðir eftirverandi sjúkrahússtjórarnir eru nógv best skikkaðir til at gerast forstjórar, tí teir hava longu havt leiðsluna av samlaða sjúkrahúsverkinum um hendi í fleiri ár. Av hesum báðum best skikkaðu hevur Alexandra á Dul verið longst og hevur tí fyrimunin við at hava drúgvari royndir.

Og tá ið talan er um eitt leiðslutoymi, so nýtist ikki at vera neyðugt at lýsa eftir nýggjum stjóra; 2/3 av leiðsluni er framvegis intakt, og verður Alexandra á Dul sett sum forstjóri, kann tann síðsti toymislimurin fáast til vega við at uppnormera varastjóran á Klaksvíkar Sjúkrahúsi til stjóra har.

Tað tykist tí at vera at fara yvir um ánna eftir vatni, um søkjast skal eftir einum heilt nýggjum forstjóra, tá eftirverandi toymislimirnir í leiðslutoyminum bæði hava førleikarnar og royndirnar til starvið. Ongin umsøkjari, sum møguliga søkir, hevur somu royndir við júst Sjúkrahúsverki Føroya, sum tað er skipað síðani 2017. Ikki uttan so, at ein av fráfarnu stjórunum á antin Landssjúkrahúsinum ella Suðuroyar Sjúkrahúsi søkir aftur, men sjálvt ikki teir hava somu drúgvu leiðsluroyndir í føroyska sjúkrahúsverkinum, sum Alexandra á Dul hevur.

Í hesum nýskipanartíðum er ikki neyðugt at fartast yvir um á eftir vatni ella at uppfinna djúpa borðiskin av nýggjum. Als ikki, tá frægasta loysnin liggur líka til høgrabeinið.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Signhild: Mentan snýr seg um menniskju o…
Jólatræið tendrað er
Jólaguðs­tænasta á Húsum
Nýggj poddvarpsrøð á Norð­lýsinum
Bókaummæli: Kynstrið at halda frí
Jólaløtan saman við B24y
Tussj: - Tað lá í kortunum, at eg gjørdi…
Jóla­konsertir og framførslur hjá Klaksví…
Frálík bókaframløga í Varpinum
Nýggj tekja norð­anfyri sjúkra­húsið
Afturum endur­nýtsluna
Pop-upp matstova við ræstari súpan í Spi…
Dávid til B36
Bókaframløga í Varpinum
Veðrið í kvøld og í nátt
Lands­liðsleikari venur við KÍ
USA vil ikki longur vera heimspoliti
Annika á OY Voxbotn 2026
Leggja betongdekk á leiguíbúðir við Kirk…
Bíligari gerandisdag: Eplir, grønmeti og…