Dávid B. Andreasen er givin í KÍ
U21-landsliðsleikarin hevur takkað fyri seg á besta liðnum hjá KÍ.
21 ára gamli Dávid B. Andreasen verður ikki á dómaraseðlanum hjá KÍ í dag, og tað verður hann ikki restina av kappingarárinum. Tað váttar hann fyri Norðlýsinum.
- Eg verið ikki partur av besta liðnum restina av árinum. Eg havi greitt venjarinum og felagnum frá mínari støðu, at eg vil sleppa at spæla fótbólt. Tað er gjørt í samráð við venjararnar og tí venji og spæli eg við 1. deild restina av árinum, sigur Dávid B. Andreasen við Norðlýsið.
Dávid B. Andreasen hevur sambært FaroeSoccer spælt 408 minuttir í landskappingini. Hann hevur skorað trý mál og lagt upp til trý mál. Í kappingini um løgmanssteypið hevði hann avgerandi leiklut móti bæði HB og B36. Móti B36 javnaði hann i yvirtíðini og móti HB átti hann uppleggið til sigursmálið.