Lýsing
Lýsing
Lýsing

Magni Christiansen við Country og Gospel

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  25.06.2025 - 10:04 Mentan Tíðindi

Kendi countrysangarin úr Vestmanna framførir á Summar Festivalinum

 

Magni Christiansen er country- og gospelsangari, og hann dugir framúr væl at framføra á palli. Hann hevur gjøgnum árini givið nógvan tónleik út, og hann hevur verið íðin at spæla konsertir kring landið.

Nú er tíðin aftur komin, at Magni Christiansen aftur fer at framføra á Summar Festivalinum, har hann áður hevur havt frálíkar konsertir.

Magni Christiansen og Bernhard Højgaard Petersen fara at hava framførslu á Torginum, og teir fara at spæla góðar country- og gospelsangir – til dømis "Við vegin", "Me And Bobby McGee", "Detroit City", "Her glaður eg ferðist" og aðrar.

Hetta verður ein góð konsertløta við kendum og væl umtóktum country- og gospelsangum.

Summar Festivalurin verður hildin dagarnar 7. til 9. august.

Atgongumerki kunnu keypast her:
https://sf.atgongumerki.fo/webshop/event/2778186/order/main

Lýsing
Seinastu tíðindini
Eyðstein: Gongur strúkandi at fyrireika…
TSK: Lærari til Timburdeildina
Prógvhandan á Tøknibreyt­ini
Søguligur dagur í NATO verjusamgonguni
3 pør av beiggum á A-lands­liðnum
Prógvhandan á Vinnuháskúlanum
Høvuðsstuðlar hjá Føroya Sjómannadagi
Saman um fjørðin
Magni Christiansen við Country og Gospel
Grønt í vøkstri
Sirið greiðir frá føroysku móttøkuna av…
Borgar­stjó­rin: Vit verða væl og virðilig…
Eyðstein: Føroya Sjómannadagur 20 ár á b…
Bygningsdeildin hjá Tórshav­nar Kommunu á…
Søgan um Merle Haggard (4:9)
Snotilig skúta við bryggju í Klaksvík
North Atlantic Camp venjingarlega í Ísla…
Borgar­stjó­rin vitjar Norðlýsið
Eyðstein vitjar Norðlýsið
Ferðin hjá Team Rynkeby byrjar hósdagin