Lýsing
Lýsing
Saman um fjørðin
Leygardagin 28 juni verður stórt felags tiltak, við heitinum Saman Um Fjørðin,á Heiðavegi í Saltangará. Tað eru samkomur/meinigheitir runt Skálafjørðin sum standa saman um hetta.
Tiltakið byrja kl 13 og endar kl. 17. Á økinum verður tjald har bjóða verður til stórt kaffi og køkuborð. Til børnini verða hoppiborgir, barnatiltak og okkurt drekkandi.
Pallur og ljóð frá Steingrund Akustik verða sett upp og har verður sangur og tónleikur við ymiskari luttøku, m.a. Bill Justinussen, Petur Hans Hansen, Kafébólkurin, Terje B. Vestergaard, Hervør Sabina og Anna Sabina á Torkilsheyggi, Beinta P. Solmunde, o.fl.
Tiltakið endar við eini Syngið Við løtu.
Øll eru hjartaliga vælkomin til hetta tiltakið
Seinastu tíðindini