Lýsing
Lýsing
Lýsing
Niclas Hentze, Niel Juel Arge og Sámal Petur í Grund avmyndaðir á Sjómansheiminum. Niclas og Sámal Petur fingu kurv frá SSL í gávu | Mynd: Oliver Joensen

Fagnaðarløta á Sjómansheiminum

SKRIVAÐ: Tekstur: Johann Lützen: Myndir Oliver Joensen  |  13.08.2025 - 15:04 Mentan Merkisdagar & Kunngerðir Myndarøð Tíðindi

Sámal Petur í Grund og Niclas Hentze høvdu 25 ára starvsdag og vórðu heiðraðir av Strandfaraskip Landsins í dag

 

Á hugnaligari samkomu á Sjómansheiminum vóru Sámal Petur í Grund og Niclas Hentze fagnaðir, nú teir báðir hava starvast hjá SSL í 25 ár. Teir sigla báðir við SAM, Sámal Petur, sum skipari og Niclas sum dekkari. SAM hevur í mong ár røkt Kalsoyarleiðina. 

Sámal Petur í Grund er nýliga vorðin 67 ár og hevur valt at takka fyri seg, sum skipari hjá Strandfaraskip Landsins. 

Niels Jørgin Nielsen, rakstrarleiðari á SSL, Óli við Ravnagil, skipari á SAM og Niels Juel Arge, stjóri á SSL hildu røður.

Sámal Petur í Grund segði eisini nøkur orð, har hann takkaði fyri góðu tíðina, sum skipari hjá Strandfaraskip Landsins. 

Í næstum fer Teistin at røkja Kalsoyarleiðina

Lýsing
Seinastu tíðindini
KÍ vann 3-0 í Gundadali
Hvussu privatar íløgur kunnu loysa bústa…
Fiski­vinnu­tingið verður stroymt
Seinasta paradís á jørð tilnevndur films…
Erin – fyrsta tropiska ódnin í 2025
Takið sjómanna­dagsblaðið heimvið ókeypis
Hornorkstrið spældi sálm undir Lishøvda
Standa fyri lívi 
Fiskaklettur landar góð 51.000 pund
Sjómannaguðs­tænasta í Christians­kirkjuni
Upptakt: B36-KÍ
Fyrsta 10-mannafarið til 2026 er longu m…
Mangla orkuna til 3. umfar og play-off
Fjórðu ferð at ein sigur endar við samla…
KÍ vann toppdystin
Tøkk - Fríðborg Dusina Petersen
Toppdystur í Runavík í dag
Nógvur makrelur landaður í Ánunum
Bilur farin omanav stangavegnum
Trump: Nú er tað upp til Zelenskij