Lýsing
Lýsing
Lýsing

Greining av størru føroysku feløgunum

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  02.09.2025 - 12:14 Tíðindi Vinna

Nýggja greiningin hjá P/F Januar vísur, at hóast størru føroysku feløgini hava lægri nettosølu, hægri nettoskuld og lægri avkast, so hava fyritøkurnar fleiri starvsfólk, og íløgurnar eru øktar í árinum.

 

Greiningin vísur, at sølan er nærum óbroytt hesi seinasti trý árini, og við atliti til stóra prísvøksturin, ið hevur verið seinastu árini, kann vísast á, at sølan hjá størru feløgunum er minkað. Feløgini høvdu ein stóran vøkstur eftir Covid-19, men hesin vøksturin er steðgaður.

 

Avkastið hjá feløgunum minkar eisini

Í tráð við lækkandi søluna, er avkastið hjá feløgunum eisini lækkað. Sølan er lækka 0,2 mia.kr., meðan avkastið somuleiðis er lækkað við 0,2 mia.kr.

Hóast lækkingina í krónum hava feløgini í ein ávísan mun megna at fasthildið EBIT avkast-prosentið, ið merkir, at feløgini hava megnað at tillaga virksemið í ein ávísan mun.

 

Øktar íløgur

Feløgini hava gjørt íløgur fyri 2,2 mia.kr. í 2024, og er hetta tað hægsta, íløgurnar hava verið hesi seinastu 5 árini. Hetta gevur ábendingar um, at feløgini eru við at tillaga seg og økja um orkuna og/ella effektivitetin hjá feløgunum.

 

Um greiningina

P/F Januar hevur gjørt greiningar av teimum stóru feløgunum í Føroyum síðani 2017.

Øll feløg, ið sambært Skráseting Føroya lata roknskap inn sum C-stór feløg ella størri, eru tikin við í greiningina. Tó eru íløgufeløg vald frá, eins og peningastovnar og tryggingarfeløg, tí teirra roknskaparuppsetingar kunnu ikki beinleiðis sammetast við vanligu virkisroknskapirnar, sum eru settir upp samsvarandi ársroknskaparlógini. Eisini er mett, at P/F Bakkafrost er ein so mikið stór fyritøka í mun til onnur føroysk feløg, at sjálvt smáar broytingar í rakstrarligu gongdini hjá P/F Bakkafrost kunnu órógva samanberingar. Tískil er P/F Bakkafrost heldur ikki við í greiningini.

Greiningin er á heimasíðuni hjá P/F JANUAR. Greiningin sæst her: Januar

Lýsing
Seinastu tíðindini
KÍ hevur 22 sáttmálar til 2026
Meiningsleyst at pilka 2 reiðarí burturú…
Greining av størru føroysku feløgunum
Fótbóltsmin­nir prýða skrivstovuna
Ársaðalfundur - Norðoya Listafelag
Soleiðis gongur í akademi­num hjá KÍ
Seta sjóneykuna á ung og bústaðartrotið
Operahúsið í Sydney
Røða hjá Sirið Stenberg, lands­stýriskvin…
Bókaframløga í Leirvík
Løgmaður sett nýskipa­nar­nevnd
Búskaparliga og politiska støðan í Føroy…
Søga skrivað hjá føroyska rossinum og í…
Veðrið í vikuni
Grund­stykkjasølan er byrjað
Kalsoyingar takkaðu Sámal Petur í Grund
Dagbíbliu­skúli í Føroyum!
Christian í Grótinum á nýggjan túr
Knæfall fyri donskum hykli
Krafta tekur kapping­ina upp