Lýsing
Lýsing
Lýsing
Hóast ES longu í 2022 segði seg vilja gera seg leyst av russiskari orku, kann málið ikki sigast at hava havt skund fyri tey. Í juni 2025, meira enn 3 ár eftir innrásina, vóru "okkara samsintu", NATO-landið Turkaland og ES, ávikavist trið- og fjórðstørstu keypararnir hjá Russlandi av olju, gassi gjøgnum rørleiðingar og LNG (liquefied natural gas) samanlagt. Donald Trump rópti hetta syrgiligt fyrr í ár. | Mynd: CREA

Knæfall fyri donskum hykli

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  01.09.2025 - 11:39 Leiðarin Politikkur Vinna

Tað er heilt margháttligt at síggja bæði forkvinnuna í Tjóðveldi og landsstýrismannin í fiskivinnumálum úr sama flokki seta fiskiveiðiavtaluna við Russland, sum m.a. Finnbogi Ísakson vegna Petur Reinert fingu í lag, í vanda, bara tí at ES og Noreg gera tað, og tí  fólkatingslimirnir hjá Føroyum trýsta tey. Og tað skulu vit gera fyri at fylgja ”okkara samsintu” í ES, sum ikki smæðist við at keypa olju, gass og LNG í stórum formati úr Russlandi.

 

 

Á tingfundinum hósdagin, tá 1. viðgerð var av málinum um sanktiónir móti Russlandi, førdi uppskotssetarin fram, at ”vit eiga at gera tað sama sum tey, vit eru samsint við”. Onkursvegna hevur Landsstýrið útpeikað ES til okkara samsintu, og um ES boykottar russisk reiðarí, skulu Føroyar eisini boykotta tey. ”Tað snýr seg at standa saman við teimum, sum standa fyri somu virðum sum vit”, segði Sirið Stenberg orðarætt. Men hvørjum stendur ES so fyri?

Center for Research on Energy and Clean Air hevur almannakunngjørt eina rapport, sum sigur, at Europa hevur brúkt størri upphæddir til at keypa gass, olju og kol úr Russlandi, enn hvat tey hava veitt Ukraina í stuðuli. Skulu vit fylgja fyridøminum hjá ES, áttu vit at keypt munandi meira (!) úr Russlandi. Meir um rapportina longur niðri.

Og tingviðgerðin hósdagin var eisini ein peruvellingur av mótsagnum. Landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum tekur bæði undir við sanktiónum og fiskiveiðiavtaluni við Russland. Annika Olsen greiddi frá, at hon heldur fiskiveiðiavtaluna vera týdningarmikla, og at har verður ein dagur eftir kríggið, men fer allíkavæl at atkvøða fyri uppskotinum. Og tað var ikki bert hon, sum var ein livandi andsøgn:

Bárður á Steig Nielsen positioneraði seg fyrst saman við síni fólkatingskvinnu, sum vil hava russisku skipini svartlistað, men tykist nú hava kúvent og krevur nú prógv, áðrenn hann kann atkvøða fyri uppskotinum. Fólkatingslimirnir eru eiheldur ikki teir einastu, sum trýsta. Vit síggja eisini Liljuna Weihe fara í danskar miðlar at siga, at sanktiónirnar ikki kunnu bíða.

Nakað, sum hinvegin opinbært væl kann bíða, og sum ikki órógvar fólkatingslimirnar, er, at hóast ES – ”okkara samsintu” – í mai 2022 boðaði frá, at ES-londini vilja steðga við at keypa orku úr Russlandi, so hevur ES brúkt yvir 200 milliardir euro, svarandi til 1.500 milliardir krónur, til fossil brennievni úr Russlandi, síðani kríggið byrjaði. Sama tíðarskeið hevur ES stuðlað Ukraina við 144 milliardum evrum, svarandi til 1.000 mia. DKK. Russland fær v.ø.o. meira pengar enn Ukraina frá ES, okkara ”samsinta fyridømi”.

ES hevur nevniliga garderað seg við at hava eitt bureaukrati, sum ger, at onki mál kann hava skund. Teirra mál fyri at vera leys av russiskari orku er tí sett til 2027, tá tey helst vænta, at kríggið er av kortini, og tað tí ikki longur er aktuelt. Snilt. Men hví mugu og skulu Føroyar so sanktionera her og nú heldur enn at gera eins og ES og bíða í 5 ár? Sagt verður, at tað er vegna vanda fyri sabotasju.  

Men uppskotssetarin hevur áður sagt, at hon ongar ábendingar hevur fingið um, at russisku skipini skulu hava spionerað ella saboterað nakað í Føroyum. Og at hon gjarna vil yvirhalda fiskiveiðiavtaluna. Men kortini kemur hon við hesum uppskotinum um, at Føroyar skulu revsa eitt annað land, sum onki hevur gjørt okkum, nakað sum sera sannlíkt er brot á somu fiskiveiðiavtalu. Russiski sendimaðurin í Danmark, Vladimir Barbin, hevur gjørt greitt, at ”Forsøget på at indføre sanktioner mod russiske selskaber bringer fortsættelsen af det bilaterale samarbejde på fiskeriområdet i fare”. Hetta er greið tala.

Skulu vit veruliga seta okkara søguliga samstarv yvir stýr vegna trýst frá fólkatingslimum og fyri at vera samsint við ES, sum sjálvt brúkar meira upp á russiska orku enn til at stuðla Ukraina?

Lýsing
Seinastu tíðindini
Búskaparliga og politiska støðan í Føroy…
Søga skrivað hjá føroyska rossinum og í…
Veðrið í vikuni
Grund­stykkjasølan er byrjað
Kalsoyingar takkaðu Sámal Petur í Grund
Dagbíbliu­skúli í Føroyum!
Christian í Grótinum á nýggjan túr
Knæfall fyri donskum hykli
Krafta tekur kapping­ina upp
Føroyska Bíbliu­felagið vitjar í Rituvíka…
Uppsjóvarfiski­skapur í Norð­uratlantshavi
Klakkur aftur ùr Norra
Alexander Isak til Liverpool
Í land av Sam fyri seinastu ferð, sum sk…
Til minnis um Øssur Winthereig
Kunnu missa meir fyri minni
Aftur ein túrur í Skúvadal
KÍ kvinnur - HB
Sonni Poulsen talar í Betesda sunnukvøld…
Lisbeth Solmunde Michelsen 75 ár