
Meiningsleyst at pilka 2 reiðarí burturúr
Bjarni Kárason Petersen, landsstýrismaður í lógarmálum, var í Breddanum og segði, at hann tekur undir við uppskotinum hjá Sirið Stenberg um heimild at banna 2 reiðaríum atgongd til føroyskt øki, tí at russisk fiskiskip kunnu verða kallað inn til at verða brúkt hernaðarliga. Bárður á Steig Nielsen vísti á, at so gav tað ikki meining, at Sirið Stenberg hevur valt 2 reiðarí burtur úr rúgvuni, tí øll russisku skipini eru í somu støðu at kunna verða brúkt hernaðarliga, um tað skal vera. Eisini varð endurtikið, at ongi prógv eru fyri, at hesi reiðaríini eru sek í nøkrum.
Bárður á Steig Nielsen var hin gesturin í studio, og hann segði, at vit mugu tryggja okkum, at onki ólógligt fer fram í føroyskum øki, sum kann hótta okkara tryggleika. Men hann eftirlýsti at fáa at vita, hvat skipini, sum ætlanin hjá Sirið Stenberg er at svartlista, hava gjørt galið. Bárður segði, at framvegis er talan bara um pástandir, men hann væntar at fáa nærri kunning undir viðgerðini í Uttanlandsnevndini. Bert, um okkurt ólógligt er farið fram, eiga skipini at verða svartlistað.
Um so er, at okkara fiskivinnusamstarv við Russland endar sum fylgju av boykottinum, fer tað at fáa øgiligar avleiðingar fyri føroyska samfelagið og serliga summar partar av Føroyum, segði Bárður á Steig Nielsen, og legði afturat, at vit mugu tryggja fiskiveiðisamstarvið. Um tað dettur niðurfyri, eru ikki bara Føroyar hóttar, men eisini burðardygdin í Barentshavinum, so vit eiga at vera sera varin.
Bjarni Kárason Petersen segði hinvegin, at hann tekur undir við uppskotinum hjá Sirið Stenberg. Hann varð spurdur, um Landsstýrið hevur nakað ítøkiligt prógv fyri, at skipini hava gjørt tað, tey eru undir illgruna fyri. Hann svaraði ikki beinleiðis, men segði, at høvuðsábyrgdin hjá Landsstýrinum er at verja trygdina hjá Føroyum. Hann viðurkendi, at fiskiveiðisáttmálin hevur verið góður fyri Føroyar, men at tað sjálvsagt er ikki í lagi, um nakað skip er her og njósnast.
Bjarni vísti í hesum sambandi á, at civili flotin hjá Russlandi til eina og hvørja tíð kann innheintast til at verða brúktur hernaðarliga, og at Føroyar ikki eiga at geva teimum tann møguleikan. Eisini segði Bjarni, at sjálvandi visti hann, at fiskiveiðiavtalan hevur havt stóran týdning fyri Føroyar, men at vit mugu avviga, hvat vigar mest.
Meiningsleyst
Tað fekk Bárð á Steig Nielsen at siga, at um tað var orsøkin til at banna 2 russiskum skipum ella reiðaríum, so gav uppskotið hjá Sirið Stenberg ikki longur meining, tí at øll russisku skipini kunnu verða innkallað til at verða brúkt militért, um tað verður neyðugt.
Er hesin vandin, sum landsstýrismaðurin í lógarmálum nevndi, reellur, so mugu Føroyar forbjóða ikki bara tveimum, men øllum teimum 28 russisku skipunum, sum í dag eru fevnd av fiskiveiðiavtaluni, og so er ongin ivi longur um, at fiskiveiðiavtalan er uppsøgd.
Báðir politikararnir í studio vóru á einum máli um, at ongi prógv enn eru komin undan kavi um, at hesi russisku skipini hava forbrotið seg, meðan teir vóru ósamdir um, hvørt heimild eigur at verða latin til at sanktionera tey óansæð. Bárður á Steig Nielsen segði tó, at um prógv verða løgd fyri Uttanlandsnevndina, sum siga, at russisku skipini veruliga hava gjørt tað, sum tey eru undir illgruna fyri, so skulu tey svartlistast. Men ikki, so leingi tað bert er ein pástandur.