Lýsing
Lýsing
Lýsing
Her sæst 35 ára gamli Debes Christiansen, skipari á Grundick. Her við sekstantinum. Hendan myndin er tikin í 1947 | Mynd: hvannrok.fo

Yrking: Tá Grundick var í Vesturgrønlandi

SKRIVAÐ: Christian Poulsen  |  05.09.2025 - 12:22 Mentan Tíðindi Vinna

Vísa, yrkt av Johan Christiansen úr Norðdepli, um túr til Grønlands í 1951 við havnarsluppini Grundick TN 324

 

 

1

Ein hásummardag,

við Grundick til Grønlands vit sigldu avstað,

hin sekstanda juni av Tórshavnar vág,

í fínasta veðri, eitt lot aftaná,

og kósin vit stýrdu var vestur til norð.

:: Vóru seksten umborð ::

 


2

Og ferðin gekk gott,

vit skiftust um vaktirnar dag eins og nátt,

hin tíggjunda dagin var land fyri stavn,

og fróðir vit sigldu í Grønlendska havn.

Í Føroyingahavnini veðrið var gott,

:: Vit ankraðu brátt::

 


3

Vit lossa so upp,

bæði olju og annað so er siður við slupp,

og flestu teir sendu til Føroyar telegramm,

og heilsa, at teir eru vælkomnir fram,

á Sjómannsheimi sessast summir við borð,

:: at skriva nøkur orð ::

 


4

Til havs verður siglt,

ei tíð er til svøvn, hvussu gjarna tú vilt,

tí nú skulu toskarnir hava tað tætt,

at fiskur er nógvur, tað hava vit frætt,

nú ræður um at skunda sær til gand,

:: hava toska forstand ::

 


5

Við fúkandi ferð,

ein maður í lastini agn teimum sker,

teir labba, teir egna, teir krøkja uppá,

meðan aðrir teir drag teim stamparnar frá,

og út gjøgnum skýtaran spelar avstað,

:: í fínasta lag ::

 


6

Ein maður ber skegg,

á trallaran blakar hann teimum eitt dregg,

og kýkar og stong verða bundin so fast,

ja, flagg upp á endan sum langan veg sæst,

av tonni ríkur standarin út sum raket,

:: og so verður sett::

 


7

Til koys verður sagt,

meðan ein verður eftir, sum halda skal vakt,

í logarið stevna teir garpar við skund,

fyri ei at forsøma sín vanliga blund,

men nú verður drálað, tí teir føla royk,

:: í ovninum steik ::

 


8

Tað er sum í grind,

teir roykja , teir blása, jú, teir lata vind,

ein kongafisk hongdu teir upp sær í vár,

tá hann fór í ovnin, tá feldu teir tár,

bæði gulur og grønur, hann stinkar sum pest,

:: tað má sláa leyst ::

 


9

Eitt bert rummister,

ein vevjan av teimum í skuffuni er,

Hvørt bein verður bitið, sjálvt um tað er trátt,

og sjálvt um tað lugtar, so smakkar tað gott,

jú, hetta er borðið, teir fetta sær á,

:: eitt slang omaná ::

 


10

Ja, alt gongur gott,

vit seta og draga bæði dagar og nátt,

ja, so renna dagar og vikur avstað,

í fínasta veðri og fagrasta lag,

hin seytjanda juli vendi lagnan sær um,

:: eitt ræðuligt trumm ::

 

 

11

Eitt ræðuligt skil,

skrúvan í sori ei mala hon vil,

so rókust har, sum eitt vrak fyri tvørs,

sjálvt línan var úti, fingu vit einki gjørt,

so varpa vit út til øll skipini har,

:: hvussu vorðið í var ::

 


12

Men hjálpin var góð,

fingu ”Útegg” at toga, meðan ”Skálanes” dróg,

í Føroyingahavnina hildu vit norð,

at hyggja eftir hvat farið var í sor,

nøkur tons blivu landað til damparan tá,

:: tí tømast hon má ::

 


13

Og so upp á turt,

bæði olja og salt verður úr henni fúrt,

alt skrúvhøvdið sorla, tað síggja teir brátt,

sum neyvan kann sveisast, so tað verður gott,

og einasta smiðja, sum okkum er í nánd,

:: tað er Holsteinsborg ::

 


14

Teir senda telegram,

ein øgilig tíð áðrenn svar kemur fram,

hin níggjunda dagin, tá fáa teir svar,

at teir skulu gera teimum skrúvhøvdið har,

at leiðin er long, má ein finna seg í,

:: um trýhundrað míl ::

 


15

Til Holsteinsborg norð,

meðan Mjóvanes dregur við dieselmotor,

brátt fáa teir boð at ”Niels Ebbesen ” er her,

og kann toga Grundick við 7 míla ferð,

Eftir havinum er bæði sjórok og skri,

:: ministarin við ::

 

 

16

Jú, norður gekk gott,

í fínasta veðri hon tevaði flott,

og aftur fellur akkerið niður við skund,

og aftur í tolni má bíðast eina tíð,

:: í Holsteinsborg bý ::

 


17

Vit lógu so har, ein keðilig tíð fyri okkum tað var,

í land vit ei sluppu, skjónt eingin tað forstóð,

at gjørd skuldi vera ein sovorðin lóg,

tí skoðaðir vóru vit allir at sjá,

:: frá høvur til tá ::

 


18

Teir prøvaðu tó,

Ett kvøldi tveir garpar í land høvdu róð,

ein genta við teir brátt var komin á tal,

og teir hildu til standa óføra væl,

men straks kom politiið til teir við motor,

:: og rak teir ubborð ::

 


19

Teir róðu umborð,

men eingin forstóð eitt tað einasta orð,

bæði tutlan og mutlan, tað ljóðar sum franskt,

tað einasta ið hjálpti, tað var gøtudanskt,

teir rókust um borð bæði dagar og nátt,

:: bæði gamalt og smátt ::

 


20

Og so upp á land,

teir hálaðu skipið, hon sett bleiv á sand,

teir skoraðu og lundu, eitt øgiligt surr,

hon tvær ferð um dagin stóð púrasta turr,

jú har vóru hundar í hundrað vís,

:: bæði brølan og snís ::

 

 

21

Og diddurnar har,

tær vóru galantar, skal eg siga tær,

tær í land okkum buðu, til skemtan og dans,

ja, hvør gamal drongur fekk fínasta tjans,

tær flokkaðust um skipið bæði dagar og nátt,

:: tær riggaðu gott ::

 


22

Og endin var tann,

at skrúvhøvd og aksil til okkum kom fram´,

og brátt fingu smiðirnir aftur í stand,

tá aftur tað fløddi, bleiv leyst gjørt við land,

og aftur tað melur í fínasta lag,

:: vit sigla avstað ::

 


23

Og aftur til havs,

nú tíðin er úti til, bryggju og sjavs,

í næstan ein mánað var púrt einki gjørt,

nú aftur at byrja, tað fall so torført,

men okkurt má gerast, tí skipið er tómt,

:: og nógv er forsømt ::

 


24

Tú kom nú og síggj,

mín sjel teir fóru aftur at dunka blýggj,

eg hevði forsvorið, meg vardi tað tó,

tí hvør maður pilkar inn undir seg og dróg,

jú, aftur til snørið við álvara og lít,

:: at draga vavskít ::

 


25

Ein øgilig tíð,

og stravið tað gekk við at fáa uppí,

við vaðbeinið stóu teir garpar á ræð,

og riktu og skriktu hvønn einasta dag,

hin ellinta september sigldu vit heim,

:: við frøði og gleim ;;

 

26

Nú land fyri stavn,

tær kærastu Føroyar vit sigldu í havn,

í tólv dagar sigldu vit Grønlandi frá,

nú aftur hon flýtur á Tórshavnar vág,

ja ferðin er enda, og árstíðin broytt,

;; og skútan er troytt ::

 


27

Ja tøkk fyri tað,

at tit hava kvøðið við ”okkin” í dag,

vit sjómenn, vit vita og kenna væl gott,

at havið er ójavnt eins dagar og nátt,

ja, tøkk fái Harrin, ið leiðari er,

:: á hvørjari ferð ::

 


Umframt Johan, eru Eliesar í Múla, Sigmund og Símun Jóhannes, eisini við. Í ørindi 6 ber ein maður skegg, tað er Sigmund.

Í fyrsta ørindi eru nógvir upplýsingar um ferðina. Á veg til Grønlands, sigldu av Havnini 16. juni, gott veður, eitt lot aftaná, manningin 16 og kósin vestur til norð.

Soleiðis var kósin givin áðrenn, kumpassin fekk gradir afturat. Vestur til norð er 281 gradir, frá vestri eitt, strik móti norði.

 

Dømi um hvussu kósir kunnu setast. Frá vestri móti norði, givið á donskum. Vest en kvart nord, vest halv nord, vest trekvart nord, vest til nord, vest til nord en kvart nord, vest til nord halv nord, vest til nord trekvart nord, VNV. Dugdi man ein sekstandapart av kumpassini, kundi man læra alla kumpassina, bert við at skifta um og fara frá norði móti vestri. t. d.

Eg fór til skips í 1961, við Polarfarinum, kumpassin hevði ongar gradir. Ein vælmeintur fremstifingur visti mær, hvar á kumpassini kósin var. Róðrið var stórt og tungt. Tá nakað var at í sjónum mátti eg ansa væl eftir, róðrið var sterkari enn eg, ringur av sjóverki, nógvur kaldasveitti, sera vánalig stýring, eg sá onkuntíð kjalarvørrin, har hann ikki átti at vera. Onkuntíð spurdi onkur meg, hvagar vit skuldu, um vit ikki vóru á veg til Grønlands.

Eg lærdi so við og við at stýra, tá vit komu til fiskiskap og tað skuldi siglast, meðan arbeitt var á dekkinum, stóð eg av og á einsamallur á brúnni. Tá var ongin vaktarhaldskunnger. Kumpassina lærdi ikki fyrr enn eg fór við Fiskanesi, eitt gamalt kort lá í kortrúminum, tá sá eg hvussu systemið var bygt upp, tað var lætt. Kumpassin á Fiskanes hevði gradir.

Í næstu ørindum verðu greitt livandi frá lívinum umborð, 10 dagar at sigla, hvat var vanligt at gera í 1951, tá farið var til Grønlands, alt hevði skund.

Tó var eitthvørt sum kundi fáa manningina at steðga eitt bil, jú, ein góður biti.

Ørindini 8 og 9 eru framúr, tey eru so livandi og væl yrkt, tað er, sum um eg eri við sjálvur, hesi ørindi eru góð á einum dansigólvi,

 


Hin 17. juli vendi lagnan sær um.

Hetta óhappið hevur helst hent á Frederikshåbbankanum. Ein mynd liggur á heimasíðuni ”Hvannrók”, sum er frá august 1951. Grundick flytur løtt í sjónum, teir eru komnir aftur til fiskiskap eftir óhappið. Tað er óivað sunnudagur, nakrir av manningini síggjast á dekkinum.

Frá hesum óhappi og til teir aftur eru til fiskiskap, gongur næstan ein mánaður. Tað sum yrkt er um, samsvarar sera væl teir trupuleikar eg havi lisið um hjá føroyskum skipum.

Samskiftið gekk seint, smiðjur og skipasmiðjur vóru ikki í nánd, ongi hjálparfólk á landi, í flestu førum mátti alt skipast fyri frá skipinum.

Okkurt er tó ikki broytt, eyguni verða altíð vend móti tí vakrara kyninum, eru møguleikar verður nakað gjørt við tað. So var eisini hesu ferð,

Kortspælið hevur verið brúkt at stytta stundir, sjavsurin hevur verið nógv spældur, man kann bert hugsa hvussu nógv kortini eru slitin.

Tá eg fór til skips, var eg saman við monnum, sum høvdu verið nógv við sjálvdrátti, teimum dámdu munandi betri ta samhaldsføstu skipanina, har mann ikki hugsaði fyrst um seg sjálvan, men heldur, um hvussu kann eg gagna felagsskapinum.

Í ørindi 24 kemur hetta kraddarlyndi til sjóndar, har ein og hvør er sær sjálvur næstur.

Ein sum altíð er við á ferðini við føroyskum skipum, er Harrin, hann fær tøkkina.

Yrkingin hjá Hans Andreas Djurhuus, ”Nei einki er á hundavakt”, kundi eins væl verið hend í lugarinum á Grundick.

 


Nei einki er á hundavakt so gott sum ein skrá,

”so segði gamli Mikkjal, sum á beinkinum lá;

hann sprændi á dúrkið og tagdi eina stund.

Tað var í lýsing, og vit sigldu gjøgnum Hvannasund.

 


”Mær dámar best á skipi, tá eg siti og skaffi”

helt ungi Sámal fyri, hann sat og fekk sær kaffi.

Hann beit í ein karving og rópti sum í neyð:

”Harrans flag og malagrót, ein jakslur fór í tvey”

 

 

”Ja, tú mást vera varin, ansa eftir, hvar tú bítur,”

”Á ligg og tig og ansa sjálvur eftir, hvar tú spýtir.”

So reistist ungi Sámal og upp á dekkið rann.

Tað svørji eg, at aldri sá eg óðari mann.

 


Hann trampaði og trummaði, tað var ein torusláttur.

Hann bannaði og brummaði, tað var ein harður dráttur.

Men Mikkjal lá og flenti: ”Eg havi altíð sagt,

at skonrugsbreyð er skaðiligt og helst á hundavakt.”

 


Við sól um ennið og reyðir allir tindarnir stóðu,

á sondum og í urðum sótu fuglarnir og svóvu;

mær tókti, at ei livdi eg vakrari stund,

Enn hesa dimmalætting ígjøgnum Hvannasund.

 

Fleiri myndir frá lívinum umborð á Grundick síggjast her.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Serligur dagur var í dag hjá RVtøkni
Betri avlop á 146 mió krónur
Veðrið um vikuskiftið
7 maskinsmiðir útlærdir á KSS
Nevndarlimir hjá Føroya Fiskimanna­felag…
Yrking: Tá Grundick var í Vestur­grønland…
Prógvhandan á Vinnuháskúlanum
Vinarbýarsamstarvi millum Klaksvík og Ta…
Eiga ella leiga ?
Góð byrjan og góður sigur í Reykjavík
Sílnet søkir eftir neta- og trolfólki
Janus Open II – vit síggjast í Kolshøll…
Eftirlýsing!
Føroyar á Expo 2025 í Osaka
Stór uppgávu á útseldum Tórsvølli
Fyrr og nú
Ársaðalfundur - Norðoya Listafelag
Kommunu­stjóri til Klaksvíkar kommunu
Uppmøting hjá býráðslimum fyrra hálvár 2…
Visit North bjóða heimsstjør­num til Føro…