Betri avlop á 146 mió krónur
Fyrra hálvárið hevur verið merkt av framhaldandi øktum virksemi hjá bankanum, og úrslitið vísir eitt avlop á 146 mió. krónur eftir skatt.
Eftir fleiri ár við hækkandi rentustøði, hevur tað verið lækkandi síðan juni í fjør. Tískil lækka rentuinntøkurnar hjá bankanum eisini fyrra hálvár í ár.
Góða gongdin hjá privat- og vinnukundum hevur tó ført til ein øktan eftirspurning eftir fígging, umframt ein stóran vøkstur í innlánum. Harvið vuksu útlánini við umleið 500 mió. krónur, og innlánini vuksu við umleið 1 milliard krónum fyrra hálvár í ár.
Harumframt hevur bankin havt góð íløguavkast samstundis sum tað er eydnast at halda útreiðslunum niðri. Leiðslan í Betri Banka metir tí hálvársúrslitið at vera nøktandi, men metir tó, at lækkandi renturnar fara at síggjast aftur í úrslitinum við árslok.
“Úrslitið hjá Betri Banka fyrra hálvár er eitt úrslit av, at vit støðugt fáa fleiri kundar, megna at hava tamarhald á útreiðslunum og at tað framvegis er framgongd í føroyska búskapinum.”, sigur Jean Djurhuus, forstjóri í Betri Banka.
Hálvárið í stuttum
• Úrslitið eftir skatt er 146 mió. krónur
• Úrslitið áðrenn skatt er 178 mió. krónur
• Fíggjarstøðan javnvigar við 13.550 mió. krónur
• Útlánini eru 9.079 mió. krónur
• Innlánini eru 10.489 mió. krónur
• Eginpeningurin er 2.620 mió. krónur