
Stór uppgávu á útseldum Tórsvølli
Kroatia vitjar á útseldum leikvølli, og tí hevur føroyska landsliðið møguleikan at selja vøruna.
Kroatia selur helst væl við atgongumerkjum, hóast nøvnini ikki í mongd eru so kend sum hjá nógvum londum, sum liggja á áleið sama stigi á styrkislistanum. Luka Modric er við og hann telist millum teir bestu á sínum plássi í nýggjari tíð, men tað besta er helst farið av honum, nú hann spælir við AC Milan.
Tað hevur ikki verið útselt til nakran dyst seinnu árini og til tíðir hava feløgini selt lutfalsliga betri enn landsliðið hesi árini. Nú kann hetta venda, tí fáa mongu áskoðararnir eina góða uppliving móti Kroatia, so koma nógvir helst aftur í heyst, tá Montenegro og Kekkia vitja.
Føroyingar hava alt at vinna, tí mótstøðan er tann sterkasta í nøkur ár. Men vit hava ofta áður sæð, at á einum fullsettum leikvølli kunnu bestu liðini fáa tað torført og ofta hevur tað verið smáir marginalar sum hava gjørt, at Føroyar ikki oftari hava fingið stig í slíkum dystum. Vit kunnu nevna Danmark, Italia og Týskland sum nøkur dømi. Dysturin fríggjakvøldið byrjar kl. 19.45.