Lýsing
Lýsing
Lýsing

Nýskipanir mugu tryggja frælsi og javnrættindi

SKRIVAÐ: megd.fo  |  03.09.2025 - 15:09 Tíðindaskriv

Tænastur til borgarar, ið bera brek, eru ein av grundarsteinunum í føroysku vælferðarskipanini. Nýskipanarnevndin, sum júst er sett at gera tilmæli um broytingar í vælferðini, eigur tí at taka feløgini hjá fólki, ið bera brek, við upp á ráð, meðan arbeitt verður. Feløgini kenna viðkomandi tænastur og skipanir inn at egnum lívi, og hava sostatt vitan og lívsroyndir at ráðgeva um møguligar avbjóðingar og loysnir.

 

Nýskipanarnevndin, sum løgmaður setti í gjár, týsdagin 2. september, hevur til endamáls at mæla politisku skipanini til nýskipanir í almenna geiranum og styrkja um langtíðarhaldførið í vælferðarsamfelagnum. Arbeiðið hjá henni skal byggja á fakligar greiningar, brúkarakanningar og samanberingar við aðrar skipanir, og nýskipanirnar skulu grundast á haldføri, javnrættindi og skynsama gagnnýtslu av tilfeingi.

Tænastur til borgarar, ið bera brek, eru ein av grundarsteinunum í føroysku vælferðarskipanini, og nýskipanararbeiðið fer uttan iva at hava umfatandi og grundleggjandi ávirkan á eitt nú rættindi, frælsi, livikor, trivnað og menningarmøguleikar hjá fólki, ið bera brek, í Føroyum. Hetta setur krøv um ein góðan arbeiðsleist, ið tekur øll neyðug atlit saman við viðkomandi pørtum.

MEGD og tey 24 limafeløgini hjá fólki, ið bera brek, hava viðkomandi vitan og lívsroyndir at ráðgeva um frælsi og rættindi í vælferðskipanum og viðurskifti, ið tey, sum umboð fyri borgarar við breki, kenna inn at egnum lívi. Greiðir fyrimunir eru tí við at taka feløgini upp á ráð, eitt nú um javnrættindi skulu tryggjast í nýskipanum, men eisini í mun til at fyribyrgja at avleiðingarnar verða neiligar, eitt nú við at skerja ella avmarkað frælsið, trivnað ella møguleikarnar hjá tí einstaka, ið ber brek, eitt nú at mennast ella luttaka á arbeiðsmarknaðinum og í samfelagnum annars.

MEGD og feløgini kunnu sostatt verða við til at styrkja nýskipanararbeiðið, her undir at arbeiðið í so stóran mun sum gjørligt verður framt á rímiligan hátt og í samsvar við altjóða brekrættindasáttmálan. Landsins myndugleikar hava harumframt – m.a. av nevndu orsøkum – altjóða skyldu sambært grein 4, stykki 3, í brekrættindasáttmálanum at taka feløgini hjá fólki, ið bera brek, upp á ráð, ímeðan skipanir, uppskot og tilmæli verða tilevnað.

Brekrættindasáttmálin áleggur eisini limalondunum, her undir Føroyum, altjóða skyldu at innan rímiligt mark støðugt og áhaldandi at menna tænasturnar til fólk við breki, og ikki á tilvildarligan og óskipaðan hátt taka rættini aftur ella gera tænasturnar verri. Ì seinastu frágreiðing síni frá 2024 ávaraði altjóða brekrættindanevndin ímóti júst ótilætlaðum ella tilvildarligum afturstigum í Føroyum, og mælti tískil til, at Føroyar, sum skjótast, samtykkja eina langtíðar virkisætlan fyri brekøkið, sum kann liggja til grund fyri lógarsmíði, rættindum, skipanum, játtanum o.ø.. Hesi viðurskifti má politiska skipanin, og helst eisini nýskipanarnevndin, taka atlit til í sínum arbeiði, um tað skal eydnast at tryggja javnrættindi og haldføri í vælferðarskipanum.

Eitt gott samstarv millum myndugleikar og feløg kann sostatt vera við til at tryggja javnrættindi í lógum og skipanum, og samstundis forða fyri at menniskjasligu avleiðingarnar verða álvarsamar og at fíggjarligu avleiðingarnar verða rættar og rímiligar, bæði stuttskygt, men eisini við tíðini. Sparingar á brekøkinum eiga ikki í síðsta enda at gerast ein størri útreiðsla fyri fólk og samfelag, sum helst eisini minkar um sannlíkindi fyri at røkka langtíðar haldføri.

Nýskipanararbeiðið fer sum skilst at hyggja at dupultfunktiónum og mørkum millum landið og kommunurnar. Í hesum sambandi er tað heilt avgerðandi, at møgulig inntriv ikki einast verða gjørt við fíggjarligum vinningi fyri eygað, men fyrst og fremst fyri at tryggja okkum so góðar og haldførar vælferðartænastur sum tilber, og í hesum sambandi at bæði rættartrygdin og virðingin fyri borgaranum – m.a. fólki við breki –  altíð verður fremst og í miðdeplinum.

Samstarv við feløgini er eisini týðandi liður í at tryggja burðardygd, og at ætlanirnar at tryggja langtíðar haldføri umvegis nýskipanir ikki fer at stríða við altjóða skyldur, her undir brekrættindi og altjóða menningarmálini hjá ST fyri 2030. Føroyska vælferðarsamfelagið eigur samanumtikið ikki at gerast eftirbátur innan vælferðarskipanir, sum við tíðini ikki fara at megna at verja grundleggjandi frælsi og rættindi hjá tí einstaka.

MEGD vil tískil staðiliga heita á nýskipanarnevndina og viðkomandi partar um at umrøða teir fyrimunir, sum tað hevði givið fyri allar partar – bæði politisku skipanina, myndugleikar og feløg – um MEGD og limafeløgini við vissu og áhaldandi verða tikin upp á ráð í nýskipanararbeiðinum á hóskandi og munagóðan hátt.

Lýsing
Seinastu tíðindini
60+ fundur á Fossánesi
Fyrstuhjálparskeið á Tekniska Skúla
Tónleika­samband Føroya og Økistónar
Nýskipa­nir mugu tryggja frælsi og javnræ…
Samstarv styrkir endur­menning á Skálagar…
Eyðun Eliassen um lívið á bygd og í býi
Útróðurin hesa vikuna
Summardáin letur aftur 1. oktober
Spekulatión í bústøðum kann hava álvarsl…
Heilsuhjálpara­felagið setti landsins kos…
Hvøkkurin situr í mær enn
Landsinn­savning – Neyðhjálp til Afganis…
KÍ hevur 22 sáttmálar til 2026
Meiningsleyst at pilka 2 reiðarí burturú…
Greining av størru føroysku feløgunum
Fótbóltsmin­nir prýða skrivstovuna
Ársaðalfundur - Norðoya Listafelag
Soleiðis gongur í akademi­num hjá KÍ
Seta sjóneykuna á ung og bústaðartrotið
Operahúsið í Sydney