Hvøkkurin situr í mær enn
Óli Norman Jacobsen, sum er føddur á Húsum, men búsitandi í Klaksvík greiður frá tá sluppin Tinganes rendi seg eina ódn í Grønlandi
(Grein úr blað nr. 7, mánadagin 18. august)
Óli sigur frá:
Fóru til Grønlands við Tinganesi í mai 1954. Vilhelm Vilhelmsen av Syðradali var skipari. Hann búði tá í Klaksvík. Stýrimaður var Johan við Rætt av Toftum.
Gjørdu tveir túrar. Á fyrru ferðini vóru 96 menn við. Hetta vóru menn, ið skuldu rógva út tað summarið úr Ravnsoynni.
Á seinnu ferðini vóru eisini nógvir menn. Bátar og onnur neyðug útgerð var sjálvandi eisini við.
Símun í Miðstovuni á Syðradali var við fyrra túrin, men kom ikki við seinnu ferðina, av tí at meslingar vóru farnir at ganga.
Útiróðrarmenninir vórðu settir av í Ravnsoynni, haðani teir so róðu út. Manningin á Tinganesi flakti og saltaði fiskin uppi á landi.
Um ólavsøkutíðina fór Tinganes heim við á leið 300 tonsum av saltfiski. Hon tók annars 400 t.
Flekjararnir fóru ikki heim, men hildu fram við arbeiðinum at flekja og salta fiskin hjá útiróðrarmonnunum.
Tinganes fór aftur til Grønlands í Ravnsoynna so skjótt, sum liðugt var at landa saltfiskin.
Fyrst í oktobur varð gjørt klárt at fara heim, og seinastu fiskidagarnar varð flakt umborð.
Eitt farmaskip kom yvir til Ravnsoynna eftir fiski, fólki og útgerð, men fór heim undan Tinganesi. Hetta skipið mundi vera á stødd sum Karin K, ið Kjølbro átti, og sum var 902,6 t brutto og 519 t netto. Longdin var 205,2 føtur.
Tinganes tók restina av saltfiskinum, u.l. 300 t.
Við á heimferðini vóru nær við 100 menn, og á dekkinum stóðu 4 seksæringar, ið høvdu verið nýttir til útiróðurin í Ravnsoynni hetta summarið.
Siglingartíðin suður á Hvarvið mundi taka á leið eitt samdøgur.
Ódn av vestri:
Tá Tinganes var komið nakað suður um Hvarvið, brast hann á við ódn av vestri. Roynt varð at taka seklini niður, men ikki eitt segl fekst niður í heilum líki.
Illveðrið mundi halda á í um leið 2 samdøgur.
Skansaklædningurin ella uppstandandi brotnaði:
Uppstandandi fóru í bæði borð, og skalkingarnar á dekslúkunum loysnaðu, men tað eydnaðist at skalka/kíla aftur og negla skalkingarnar.
Lúkurnar á Tinganesi vóru so víðar, at stórir bátar fingust niður í lastina, um fiskur ikki var í henni, so um bert ein lúka fór av, varð vanlukkan vís.
Lastin var ikki heilt full av fiski, so nakrir menn gjørdu sær ”koyggjur” har niðri, so tað hevur ikki verið nakað frítíðarliv.
Bátarnir fóru í knús:
So nógvur sjógvur gekk á skipið, at allir 4 seksæringarnir fóru í knús av brotasjógvunum. Ymiskt leyst av teimum máttu sum skjótast fáast fyri borð, áðrenn stykkini gjørdu skaða um seg.
Sera vandamikið á dekkinum:
Tað var sjálvandi ógvuliga vandamikið at vera á dekkinum, har størri og smærri skaðar hendu alla tíðina. Sera ivasamt var eisini, um skipið kundi hóra undan, hóast lensað (pumpað) varð av allari megi.
Poul Jacob Djurhuus var ein av útiróðrarmonnunum:
Hann segði við Skiparan, Vilhelm Vilhelmsen, at Tinganes fór at ganga burtur, um hildið varð fram at lensa, tað er at sigla undan.
Poul Jacob hevði siglt úti í heimi við stórum træskipum eins og Tinganes.
Poul mælti skiparanum, Vilhelmi til at leggja síðuna móti storminum upp í ættina.
Hetta hjálpti, tí í staðin fyri at koma inn á skipið, fóru brotini nú ”undir loringina, tað er hekkuna”.
Henda siglingin helt á frá um leið midnáttini og til á miðdegi dagin eftir, tá veðrið batnaði.
Róðursmaðurin flotnaði:
Meðan teir sigldu undan, gekk so nógvur sjógvur á skipið, at róðursmaðurin flotnaði frá róðrinum inni í stýrihúsinum.
12 tímar gingu at lensa (tøma) sjógvin úr skipinum.
Óli Normann í lugarinum:
Meðan tað leikaði mest í, var hin ungi Óli Normann Jacobsen í lugarinum har frammi í skipinum. Ta einu løtuna stóð hetta stóra skipið beint upp eftir enda við hekkuni hægst, meðan tað reið oman eftir risaaldu.
Teir í lugarinum ivaðust ikki í, at nú fór skipið at koppa frameftir við hekkuni fyrst og síðani holvast við kjølinum upp.
Teir, ið stóðu á skottinum í lugarinum, ivaðust ikki í, at hetta fór at vera seinasta
løtan, og at Tinganes fór at venda kjølin upp, men har var máttmikil hond uppií, tí skipið megnaði, hóast hesa øgiligu vandastøðuna at halda seg flótandi við mastrunum uppeftir á røttum kjøli, tá av tornaði.
Óli fekk skelk av hendingini:
Óli sigur, at hann var so skelkaður av hesi óhugnaligu løtu, at hvøkkurin framvegis ikki er farin úr honum, men stendur líka klárur við øllum sínum ræðuleika nú u.l. sjeytieitt ár seinni.
Inn í Íslandi?
Talað varð um at fara inn í Íslandi at væla um skipið, men gjørt varð kortini av at halda leiðina móti Føroyum, og so heppið var tað, at veðrið gjørdist av tí besta allan vegin til Føroya og inn á Havnina.
Farmaskipið, ið fór heim nakað áðrenn Tinganes:
Skiparin á hesum farmaskipinum var spurdur, tá hann kom á Havnina, um hann visti nakað at siga frá Tinganesi? Hetta farið var, sum nevnt, nakað á somu stødd sum Karin K.
Hann svaraði, at um Tinganes hevði havt somu ódn, sum teir høvdu havt, so kom skipið ikki aftur, tað var vist.
Tinganes endar dagar sínar á Hvarvinum:
Annars er tað at siga frá Tinganesi, at hetta stásiliga farið varð smíðað árini 1920/21 í Thurø við Svendborg sum seglskip, men fekk motor í 1932.
Tað er 28. okt. í 1947, at p/f Norðlýsið í Tórshavn keypir skipið, ið tá fær navnið Tinganes, ið áður æt Patricia, men føroyingar í Danmark og Føroyum høvdu átt í skipinum fyri ta tíð.
Tinganes, sum Skipafelagið hevði átt síðan 1957, endar dagar sínar eystan fyri Hvarvið hin 09. sept. 1963, har skipið fiskaði við bátum. Tinganes sigldi tá á flúr og fekk so stóran skaða, at skipið sakk eftir fáum tímum, men manningin, 27 mans, varð bjargað umborð á Vesturvón og kom heim við Tindhólmi.
Manning:
Vilhelm Vilhelmsen - Klaksvík, skipari
Johan við Rætt - Toftir
Jákup A. Joensen - Klaksvík
Nicodemus Brimsvík - Strendur
Johan Johansen - Strendur
Valborg Thorsteinsson - Vági
Eivind Olsen - Tórshavn
Risikoopgørelse 1954
M/S TINGANES V/ÚTGERÐARFELAGIÐ ”TINGANES” TÒRSHAVN.
Til underretning for Føroya Vanlukkutrygging G/S ved beretningen af den risiko, nævnte selskab har haft nævnte år vedrørende nævnte fartøj i anledning af den af mig i medfør af ulykkesforsikringsanordningens kapitel 7 tegnede ulykkesforsikring af medhjælp, meddeler undertegnede reder for fartøjet herved efter bedste overbevisning, at der i løbet af nævnte år ikke på eller ved skibet har været beskæftiget andre eller flere medhjælpere end det nedenfor anførte mandskab, og at beskæftigelsens art og varighed har været, som vedføjet.
Tað var eitt felag, ”Tinganes”, sum brøðurnir Siegfred - og Conrad Skaale áttu, ið leigaði skipið frá Sjóvinnubankanum.
Mynstringarlisti frá 17. juni til 15. oktobur 1954.
Skipari; Vilhelm Vilhelmsen Klaksvík
Stýrim: Johan (Hanni)við Rætt Toftir
Flekjari: Johan Kjærbo, Nólsoy
” Ásmundur Hansen, ”
” Eirikur Jacobsen ”
” Bjarni Hansen ”
” Joen Jacobsen ”
” Heini Clementsen Tórshavn
” Sámal Petur Thomsen ”
” Robin Egholm Leynum
” Kristian Jacobsen ”
” Poul Jacob Djurhuus ”
” Bjarni Jacobsen Nólsoy?
” Arnold Højgaard (ik.á li) Húsar
” Óli N. Jacobsen (ik.á li) ”
Bátsskipan á ”Leivi Hepna” FD 90:
Vilmund Hansen, formaður Funningsfirði
Erling Hansen, fiskimaður ”
Leivur Hansen, ” ”
Ingolf Johannesen ” ”
Bátsskipan á ”Skúgvi” VA 163:
Olaf Hansen, formaður Sørvági
Edvin Thomasen, fiskimaður ”
Jafet Jacobsen, ” ”
Andreas Jacobsen ” ”
Olaf Niclasen ” Mikinesi
Petur Zachariasen ” Miðvági
Bátsskipan á Áarbátinum VA 69:
Dánjal Fr. Joensen, formaður - Miðvági
Restin av manningini ókendir.
Risikoopgørelse 1954
M/S TINGANES – V/ÚTGERÐARFELAGIÐ ”TINGANES” HAVN.
Tinganes fór til Danmarkar 30. okt. 1954 til umvælingar á skipasmiðju og kom aftur um miðjan januar 1955. Skipið stóð uppi frá 10. nov. til 22. des. 1954.
Til underretning for Føroya Vanlukkutrygging G/S ved beregningen af den risiko, nævnte selskab har havt nævnte år vedrørende nævnte fartøj i anledning af den af mig i medfør af Ulykkesforsikringsanordningen kapitel 7 tegnede ulykkesforsikring af medhjælp, meddeler undertegnede reder for fartøjet herved efter bedste overbevisning, at der i løbet af nævnte år ikke på eller ved skibet har været beskæftiget andre eller flere medhjælpere end det nedenfor nævnte mandskab, og at beskæftigelsens art og varighed har været som vedføjet.
Savnað:
Asbjørn Lómaklett, Klaksvík.
Keldur:
Óli Normann Jacobsen, Klaksvík.
Marius Thomas Rein, Tórshavn.
Óli Olsen, Tórshavn.
Helena Fríða Sivarsdóttir Lassen, Tórshavn.
Fischer Johannesen, Klaksvík.
Mynd av Tinganesi, Landsskjalasavnið.