Lýsing
Lýsing
Lervig: Vit halda fast við Akademiið
Vit hava tosa við formannin hjá KÍ
Herfyri boðaði Fótbóltssambandi frá at Jonas Nizze Nielsen varð settur sum tekniskur stjóri. Jonas kemur úr starvinum sum akademileiðari hjá KÍ og tískil hava vit vent okkum til Tummas Lervig, formann í KÍ at frætta nærri um akademiætlaninar framyvir.
- Vit hava verið sera væl nøgd við Jonas, ta tíðina hann hevur verið leiðari fyri akademinum. Jonas situr í starvinum hendan mánaðin út og vit takka honum fyri gott samstarv og ynskja honum hepna hond framyvir, sigur Tummas
- Vit fara at halda fast við málið við akademiinum, men tað kann verða at vit gera onkrar bygnaðarbroytingar. Vit ætla at hava funnið loysnina skjótast møguligt sigur Tummas Lervig við Norðlýsið at enda.
Seinastu tíðindini