Lýsing
Lýsing
Lýsing
Eitt sindur av ælaveðri hevur verið í nátt og í dag – eisini í Norðoyggjum. Luftin er óstøðug – t.e. tjúkk bøklaskýggj við ælingum og sólglottar, hvørt um annað. Vit skulu rokna við nógv færri sólglottum í vikuskiftinum og løtum við regni ella ælaveðri. | Mynd: Jóannes Poulsen

Veðrið um vikuskiftið

SKRIVAÐ: Hanus Kjølbro  |  05.09.2025 - 13:55 Tíðindi Veðrið

Veðrið er gott í løtuni, men tað fer tað ikki at vera alt vikuskiftið. Í kvøld fer at regna eina løtu, og í morgin og sunnudagin vera løtur við regni ella ælaveðri. Vindurin fer at vera eitt sindur meiri, enn vit hava verið von við nokkso leingi.

Í nátt og í morgun var tað eitt lágtrýst í útsynning úr Íslandi, sum gav okkum tað veika luftrákið og ælaveðri. Nú er tað farið norðureftir, og vit merkja ikki so nógv til tað meir. Eitt brúgvalag nærkast sunnaneftir, og tað fara vit at síggja og merkja í kvøld og í nátt. Í morgin fer tað vesturum, men okkurt ælið fer at hanga eftir, sum tað ger næstan altíð.   

Ikki nógvur vindur í dag ella morgin; sunnumorgunin eitt sindur meira vindur. Eitt brúgvalag við regni nærkast sunnaneftir, og tað er yvir okkum allan fyrrapartin sunnudagin. Lágtrýstið, sum brúgvalagið hoyrir til, fer sunnunáttina at dýpast vestan fyri Skotland, og tí fara vit at fáa vind upp í móti skriði sunnudagin.

Men nóg mikið um tað á hesum sinni – so vit fara bara beint til veðrið um vikuskiftið:

Nú seinnapartin liggur hann millum útsynning og sunnan, vindferðin liggur ímillum 5 og 10 m/s, skýloftið skiftandi, og okkurt ælið er ístøðum. Í kvøld og í nátt er hann sunnan, eitt sindur meira vindur, 8 til 13 m/s, loftið samdrigið og regn ella ælaveður. Hitin 10 til 15 stig.

Í morgin er ættin sunnan, 8 til 13 m/s, samdrigið loft og regn ella ælaveður. Út á seinnapartin gongur hann eysturum til landsynning, tað slítur í og verður eitt sindur klárari, tó kann væntast okkurt ælið í støðum. Hitin 10 til 15 stig.

Sunnudagin veksur hann vindin av landsynningi upp í 10 til 15 m/s, í støðum upp í 17 m/s, samdrigið og regn ella ælaveður, mest um kvøldið og um náttina. Um náttina minkar hann vindin niður í frískt lot til frískan vind av landsynningi, 5 til 10 m/s. Hitin 12 til 15 stig.

Gott vikuskifti.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Serligur dagur var í dag hjá RVtøkni
Betri avlop á 146 mió krónur
Veðrið um vikuskiftið
7 maskinsmiðir útlærdir á KSS
Nevndarlimir hjá Føroya Fiskimanna­felag…
Yrking: Tá Grundick var í Vestur­grønland…
Prógvhandan á Vinnuháskúlanum
Vinarbýarsamstarvi millum Klaksvík og Ta…
Eiga ella leiga ?
Góð byrjan og góður sigur í Reykjavík
Sílnet søkir eftir neta- og trolfólki
Janus Open II – vit síggjast í Kolshøll…
Eftirlýsing!
Føroyar á Expo 2025 í Osaka
Stór uppgávu á útseldum Tórsvølli
Fyrr og nú
Ársaðalfundur - Norðoya Listafelag
Kommunu­stjóri til Klaksvíkar kommunu
Uppmøting hjá býráðslimum fyrra hálvár 2…
Visit North bjóða heimsstjør­num til Føro…