Lýsing
Lýsing
Lýsing
Mynd: Eyðbjørg Ellendersen

Veðrið um vikuskiftið

SKRIVAÐ: Hanus Kjølbro  |  19.09.2025 - 17:22 Tíðindi Veðrið

Hetta vikuskiftið fer ættin at vera norðan, og hitalagið fer niðureftir. Niður í 4 stig, tá ið tað er kaldast. Eitt sindur av vindi líka til seint seinnapartin sunnudagin. Tá ið minkar hann niður í eitt lítið lot. Ikki serliga turt vikuskifti, tó ikki samregn alla tíðina men ælaveður, í støðum kanska við vátakava.

Eitt lágtrýst fer í landnyrðing og fer framvið beint sunnanfyri. Tað er tað – og eitt annað – sum hevur staðið fyri tí skiftandi veðrinum seinastu dagarnar.

Tá ið tað er komið eysturum. skulu vit bíða eftir einum hátrýst vestri í havi, sum kemur spakuliga ímóti okkum við lítlum vindi og ikki nógvum avfalli. Tað verður ikki fyrr enn tá liðið er út á seinnapartin sunnudagin, at vit fara at merkja tað.  

Men nóg mikið um tað – vit fara til veðrið um vikuskiftið:

Tað er eitt frískt lot til frískan vind av landnyrðingi í dag, 5 til 10 m/s, men í støðum sunnanfyri er hann upp í hvassan vind, 10 til 15 m/s. Samdrigið loft og regn. Í kvøld veksandi upp í frískan vind upp í strúk norðan, 8 til 13 m/s, framvegis samdrigið, men sum frá líður slítur í. Í nátt upp í frískan vind ella hvassan vind norðan, 10 til 15 m/s, skiftandi skýloft og ælaveður.

Hitin 4 til 10 stig.

Í morgin er eitt frískt lot til frískan vind norðan, 5 til 10 m/s, men í støðum upp í strúk, 13 m/s, skiftandi skýloft og ælaveður. Út á seinnapartin og um kvøldið veksur vindurin upp í strúk ella skrið, 13 til 18 m/s. Loftið er skýggjað við regni ella ælaveðri, og í støðum er kanska vátakavi. Um náttina frískur vindur upp í hvassan vind norðan, 10 til 15 m/s, skiftandi skýloft og ælaveður.

Hitin í morgin 4 til 10 stig.

Fyrrapartin sunnudagin og seinnapartin er frískur vindur upp í strúk norðan og av útnyrðingi, 8 til 13 m/s, skýggjað og okkurt ælið. út á kvøldið og um náttina niður í lot til frískt lot av útnyrðingi, 3 til 8 m/s, framvegis skýggjað og okkurt ælið, men út á mánanáttina fer at regna.

Hitin sunnudagin 4 til 10 stig.

 

Gott vikuskifti.

Lýsing
Seinastu tíðindini
 Julian Gregersen hevur sett eitt knúsan…
Vit takka øllum fyri Krúndiamant­brúdleyp…
Vilt tú koma í rættan jólahýr?
Jóan Pauli Jacobsen er aftur í KÍ
Dávid og Jóhan kunnu samráðast við onnur…
Uordenlighed
Framsýning av jóla­borðum
Barnaheim Nólsoyar Páls
Eg mynstri av
Andreas Odbjerg á Summar Festivalin
5B kunnu loysa í morgin
Ungur íverkseti við stórum dreymum
Lítla sjúkra­húsið við alstóra týdninginu…
Kongametið fyri falli?
Nei, Føroyar lata ikki ukrainsku verjuni…
Formula jólamenn: - Vit spreiða jólagleð…
Nýggj barnabók um stríðið millum Sigmund…
Føroysk luttøka í British Rowing Indoor…
Anfinn: - Vit bjóða út fyrsta dagin
Jólahús í Skansa­húsinum