Lýsing
Lýsing
Lýsing

Takk fyri meg, Sambandsflokkurin

SKRIVAÐ: Áron Vest  |  22.09.2025 - 21:16 Politikkur Tíðindaskriv

Eg skrivi hetta brævið fyri at boða tykkum frá, at eg hervið meldi meg úr Sambandsflokkinum

 

Hetta merkir, at eg ikki longur ynski at verða skrásettur limur og heldur ikki á nakran hátt at hava nakað við flokkin at gera framyvir.

 

Hetta er ein avgerð, eg havi hugsað nógv um. Orsøkin er, at eg ikki kenni meg heima í einum flokki, sum eftir mínari fatan fer so lætt um málið viðvíkjandi fríari fosturtøku. Eg eri ein trúgvandi maður, og mín trúgv formar míni lívsvirði og mína samvitsku.

 

Mín samvitska er bundin at Guds Orði og tí kann eg ikki longur, við reinari samvitsku, vera limur í einum flokki, sum stendur sum uppskotsstillari til eitt slíkt vanlukkumál, sum frí fosturtøka er.

 

Eg fari aldrin at umbera meg fyri at hava slíkar sannføringar. Eiheldur fari eg at ganga ímóti hesum sannføringum.

Eg haldi, at vit trúgvandi, konservativu sambandsfólk, hava latið okkum trýst til tøgn, ístaðin fyri at standa fast við okkara grundleggjandi virðir og sannleika.

Tað vil eg ikki finna meg í longur, og eg kann tí ikki verða partur av einum politiskum flokki, sum ber eitt mál um fría fosturtøku fram.

 

Tí eri eg noyddur at taka hetta stig, hóast eg havi allarstørstu virðing fyri nógvum av teimum, sum hava arbeitt saman við mær í flokkinum.

 

Eg má vera trúgvur móti mær sjálvum og míni trúgv.

 

Tað skyldi eg Honum, sum gav mær rættin til lívið.

 

Áron Vest

Lýsing
Seinastu tíðindini
Heimskendir gospelartistar í Varpinum le…
Deiligt at síggja landsliðs­felagarnar
Lyfta er nú JLG-umboð í Føroyum
Útróður ein føroysk vinna og siðvenja un…
53 skótar úr Klaksvík á altjóða legu í D…
Ung í arbeiði 2026
List og myndarøð um bóndasam­felagið
Er Umhvørvisstovan eitt stempulkontór, s…
Núpur inni við 100.000 pundum
Tvey prik móti krabba: Nýtt átak skal øk…
Thorvald er ein dreymur
Ægir flest gull til FM á langgeil
Føroyar vunnu á San Marino í finaluni
- Vit hava góðan kjans í finaluni
Veðrið í vikuni
Unglingi meiddi seg illa av fløskubroti
Ísland vann U-lands­dystir­nar í Klaksvík
Ikki nóg kaldir í hitanum
Livandi Varmakelda
DUOPOL: Føroyskur rokkari skiftir kós –…