Annika á OY Voxbotn 2026
Annika er klár at taka pallin í Vágsbotni leygardagin 27. juni 2026. Eitt av mest spennandi og lovandi poppfyribrigdunum í norðurlondum kemur at spæla á Voxbotn 2026.
Frá stovuni í Vejby til stóru pallarnar
Sum 17-ára gomul byrjaði Annika at deila egnar sangir á TikTok. Í dag hevur hon 1 mió. likes og meira enn 3 mió. views – og ferðin bara økist. Í 2023 tók hennara tónleikalív veruliga dik á seg. Í 2024 kom debut-staklagið “Knuser hjerter”, ið fór beinleiðis í toppin á Spotify Danmark. Sama ár kom EP’in “Nye Tider”, ið varð stroymd í milliónatali, og “Så længe jeg er sexy” skrivaði søgu við 1. plássinum í Noregi. Í 2025 vóru fleiri hæddarpunkt – m.a. sera vælumtókta debutalbumið “AW”.
Heiðurslønir og platin
Á leiðini hevur hon vunnið P3 Guld – P3 Talentet og DMA – Ársins Nýggja Navn. Útgávurnar hava rokkið høgt á listum, og Annika hevur longu nátt 3× platin.
Live flytur hon fjøldina
Annika hevur longu staðið seg sera væl á teimum størstu festivalunum – Roskilde, har hon opnaði Orange Scenu og Smukfest. Annika hevur eitt sterkt live-drive við nærveru, sjálvsáliti og sangum, har niðurløgini sita fast.
Tit ynsktu – vit hava lurtað
Beint eftir OY Voxbotn 2025 spurdu vit á Facebook: Hvønn vilt tú hoyra á Voxbotn 2026? Áður hava vit kunngjørt Aphaca – og nú kunngera vit, at Annika eisini kemur.
Sum áður nevnt, so er Annika klár at taka pallin, har áhoyrarar kunnu vænta eitt show. Við hennara sermerktu rødd, erligu tekstunum og nærveru. Annika er ikki bara eitt navn á plakatini – hon er ljóðið av einum nýggjum ættarliðið í donskum poppi.
Tað frøðir okkum at bjóða Anniku í hjartað í Tórshavn – á OY Voxbotn leygardagin 27. juni 2026.
Atgongumerki fáast í SMS, Magn við Ringvegin, Magn í Klaksvík og á ebillett.fo fyri BARA kr. 895,-
Voxbotn 2026 í samstarvi við: SMS, Atlantic Airways, OY, Betri Trygging, Eta, Burger King, Magn, Red Bull, Coca Cola, Hoyrnina og Nema.