Lýsing
Lýsing
Lýsing
Mynd: Jóhanna Thomsen/FSF

Landsliðsleikari venur við KÍ

SKRIVAÐ: Jákup Ósá  |  09.12.2025 - 15:57 Ítrottur Tíðindi

Møguleiki er fyri, at KÍ fær tilgongd av landsliðsleikara.

24 ára gamla Jensa Tórolvsdóttir skiftir møguliga til KÍ. Í øllum førum hevur hon vant við KÍ-kvinnum í vetur. Talan er um ein av mest eyðsýndu leikarunum í kappingini seinnu árini. Sambært FaroeSoccer er hon skrásett fyri 96 mál í 146 dystum. Jógvan Skorheim hevur vegna leiðsluna ábyrgdina av kvinnuliðnum hjá KÍ og hóast hann ikki vil seta navn á, so váttar hann, at hugt verður eftir at fáa tilgongd av einum ella tveimum leikarum. Tá verður hugt eftir álopsleikara og miðvallarleikara. KÍ hevur enn ikki sett venjara, men Jógvan sigur, at arbeitt verður við málinum og at bæði føroyingar og útlendingar eru uppá tal. Ætlanin er, at hetta skal koma uppá pláss áðrenn jól.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Týdningarmikil dystur sunnudagin
Nýtt áhugafelag í Klaksvík
Espen Haug fingið nýtt venjarastarv
Skoyta frá kl 10 - 20 í dag
Neptun hevur lagt kósina og sett ferðina
Tættpakkað venjingarskema í Albir
KSS: Fleiri næmingar í starvs­venjing
Bakkafrost á lista hjá Corporate Knights…
Myndarøð: Testovan Marin Malena lat upp…
Veðrið um vikuskiftið
Ferjulegan á Syðradali má leingjast fyri…
Articon: Sonja E. Simonsen nýggjur húsas…
TTS: Næmingar í starvs­venjing
Fá hjálp til Samleikan og Vangan
Torradagar aftur á skrá
Høg flóð í 2013
Jenis spyr um tilknýti Føroya til WHO
Silva Cup í Klaksvík
Hondbóltur, KÍ, Silva Cup og Sushi
Guðrið Hansdóttir við nýggjum staklagið