Lýsing
Lýsing
Lýsing
Myndin er nakrar dagar gomul. Gluggaluft. Ikki júst sama skýloft vit hava í dag ella kunnu rokna við restina av kvøldinum ella í nátt. Út á fyrrapartin í morgin fer tað helst at síggja soleiðis út aftur. | Mynd: Gunrið Kallsberg

Veðrið í kvøld og í nátt

SKRIVAÐ: Hanus Kjølbro  |  09.12.2025 - 16:37 Tíðindi Veðrið

Tað fer at vera vindur í kvøld og í nátt. Upp í storm í miðalvindi eystaneftir, í støðum hvassur stormur. Hvirlurnar fara at vera upp í 1½ ferðir miðalvindin.

Ta veðurfrøðiligu søguna kunnu vit stytta niður í, at eitt djúpt lágtrýst, 957 hPa (og tað er djúpt!) liggur vestan fyri Skotland. Rundan um tað er nógvur vindur, og so hvørt sum tað gongur ímóti okkum, nærkast økið við nógvum vindi okkum.

Í skrivandi løtu – klokkan er 1615 – er vindurin vaksin upp í hvassan vind eystan og nærkast skriði. Í tølum eru tað 15 m/s og 18 m/s, ávikavist. Enn er samdrigið og turt.

Vindurin fer at veksa fram ímóti kvøldi, og brúgvalagið við regni nærkast sunnaneftir. Leypa vit fram til klokkan 18, er miðalvindferðin fyri landið 13 til 18 m/s, samdrigið og regn í sunnaru helvt av landinum – t.e. norður til Suðurstreym.

Tá ið Dagur & Vika byrja klokkan 19, er miðalvindurin í Suðuroynni 18 til 23 m/s, í Sandoynni 15 til 20 m/s og norðan fyri Skopunarfjørð 13 til 18 m/s. Tað regnar um alt landið – mest sunnanfyri.

3 tímar seinni – t.e. klokkan 22 – eru 18 til 23 m/s í flestu støðum, men í støðum er miðalvindurin 25 m/s. Ættin alla tíðina eystan ella beint omanfyri, høgur eystan, kanska landnyrðingur eystan. Skýlagið myrkt og lágt, og tað regnar av grimd.

Soleiðis fer veðrið at vera restina av kvøldinum og til nakrar tímar eftir midnátt. Regnið fer at minka nakað eftir midnátt – ikki turt, men ikki grimdarregn. Vindurin fer at minka um 4 tíðina. Fyrst í Suðuroy, síðani norðureftir.

Við uppfaringartíð í morgin er vindferðin komin niður í 5 til 10 m/s, samdrigið og ælaveður. Tað ringasta er farið.

Lágtrýstið fer at leggja seg beint yvir Føroyar í morgin ári og verður liggjandi til nakað er ligið út á seinnapartin. Tí fara vit at hava frískt lot ella frískan vind úr øllum ættum, samdrigið og okkurt ælið.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Týdningarmikil dystur sunnudagin
Nýtt áhugafelag í Klaksvík
Espen Haug fingið nýtt venjarastarv
Skoyta frá kl 10 - 20 í dag
Neptun hevur lagt kósina og sett ferðina
Tættpakkað venjingarskema í Albir
KSS: Fleiri næmingar í starvs­venjing
Bakkafrost á lista hjá Corporate Knights…
Myndarøð: Testovan Marin Malena lat upp…
Veðrið um vikuskiftið
Ferjulegan á Syðradali má leingjast fyri…
Articon: Sonja E. Simonsen nýggjur húsas…
TTS: Næmingar í starvs­venjing
Fá hjálp til Samleikan og Vangan
Torradagar aftur á skrá
Høg flóð í 2013
Jenis spyr um tilknýti Føroya til WHO
Silva Cup í Klaksvík
Hondbóltur, KÍ, Silva Cup og Sushi
Guðrið Hansdóttir við nýggjum staklagið