Lýsing
Lýsing
Lýsing

Kvotan í botn – veiðigjaldið í topp

SKRIVAÐ: Beinir Johannesen, formaður Fólkafloksins  |  14.12.2025 - 20:40 Politikkur Tíðindaskriv Vinna

Í morgin verður onnur viðgerð av broytingum í Veiðigjaldslógini á skrá í Løgtinginum. Hetta er tó langt frá fyrstu ferð í hesum valskeiði, at lógin verður tikin fram. Tvørturímóti er hetta triðju ferð seinastu tvey árini, at broytingar verða lagdar fram – og hvørja ferð hevur talan verið um hækkingar í veiðigjaldinum. Hesa ferð er einki undantak.

 

Uppskotið, sum nú er borið Tinginum, leggur upp til at strika verandi § 7 í lógini. Hendan ásetingin hevur verið ein týðandi ventil fyri vinnuna. Minkar kvoturnar nógv, so minkar veiðigjaldið eisini. Við at strika hesa greinina, verður henda trygd tikin burtur. Úrslitið verður, at vit í komandi ári standa við sera lágum kvotum, samstundis sum veiðigjaldið fer í topp.

 

Vit vita longu nú, at bæði makrel- og svartkjaftakvoturnar fara at minka munandi. ICES hevur mælt til ein niðurskurð í makrelkvotuni á 70 prosent. Verður hetta veruleiki, fer føroyska makrelkvotan at verða einans 16 prosent av miðalkvotuni í árunum 2021 til 2025. Verður skerjingin nakað minni enn tey 70 prosentini, verður tað kortini ein stór skerjing ímun til undanfarnu ár.  

 

Hetta fer sjálvsagt at fáa stórar avleiðingar fyri fiskivinnuna. Metingar vísa, at veiðivirðið minkar við knappari milliard. Tað rakar reiðaríini og ikki minst manningarnar, umframt alt tað avleidda virksemið á landi.

 

Reiðaríini eru serliga hart rakt. Fyrst verða tey rakt av minkandi kvotugrundarlagi, og síðani koma ætlanirnar hjá samgonguni sum ein steinur omaná eina longu tunga byrðu. Nøkur av hesum aktørunum hava longu greitt alment frá, at veiðigjaldið í dag ger tað sera trupult at reka virksemi. Undir teimum umstøðum, vit nú standa í, fer ein enn hægri gjaldshækking at gera tað nærmast ómøguligt.

 

Hóast hendan veruleikan, ynskir samgongan framvegis at hækka veiðigjaldið. Hetta hóast gjaldið longu er avgjørt at hækka í 2026. Tað er opinbart ikki nóg mikið.

 

Verandi støða krevur, at politiski myndugleikin raðfestir støðugar karmar í fiskivinnuni. Í eini tíð við stórum kvotuminkingum, óvissu um gildistíðina á veiðiloyvum og spurningum um fiskiskapin í Barentshavinum, hevur vinnan ikki tørv á enn einari hækking í veiðigjaldinum.

 

Ein byrjan hevði verið at felt, ella tikið uppskotið aftur, ið kemur til viðgerðar í morgin.

 

Beinir Johannesen, formaður Fólkafloksins

Lýsing
Seinastu tíðindini
Týdningarmikil dystur sunnudagin
Nýtt áhugafelag í Klaksvík
Espen Haug fingið nýtt venjarastarv
Skoyta frá kl 10 - 20 í dag
Neptun hevur lagt kósina og sett ferðina
Tættpakkað venjingarskema í Albir
KSS: Fleiri næmingar í starvs­venjing
Bakkafrost á lista hjá Corporate Knights…
Myndarøð: Testovan Marin Malena lat upp…
Veðrið um vikuskiftið
Ferjulegan á Syðradali má leingjast fyri…
Articon: Sonja E. Simonsen nýggjur húsas…
TTS: Næmingar í starvs­venjing
Fá hjálp til Samleikan og Vangan
Torradagar aftur á skrá
Høg flóð í 2013
Jenis spyr um tilknýti Føroya til WHO
Silva Cup í Klaksvík
Hondbóltur, KÍ, Silva Cup og Sushi
Guðrið Hansdóttir við nýggjum staklagið