Lýsing
Lýsing
Lýsing

Eftir dygga mótstøðu frá ÍF vann Mjølnir kortini greitt at enda

SKRIVAÐ: Flogbóltssamband Føroya  |  14.12.2025 - 21:21 Ítrottur Tíðindi

Lítil ivi er um, at Mjølnir fer at koma í sína níggjundi FM-finalu á rað, eftir 3-1 sigurin á ÍF í Klaksvík í dag, tí við teimum trimum stigunum fór Mjølnir 12 stig framum ÍF á triðja plássi, nú landskappingin er hálvrunnin. ÍF hevur tó spælt tveir dystir færri enn Mjølnir.

 


Polestar-deildin:
Mjølnir – ÍF 3-1 (24-26, 26-24, 25-14, 25-20)

Lítil ivi er um, at Mjølnir fer at koma í sína níggjundi FM-finalu á rað, eftir 3-1 sigurin á ÍF í Klaksvík í dag, tí við teimum trimum stigunum fór Mjølnir 12 stig framum ÍF á triðja plássi, nú landskappingin er hálvrunnin. ÍF hevur tó spælt tveir dystir færri enn Mjølnir.

Finalurøðin hjá Mjølni byrjaði í 2018, men ta ferðina vann ÍF-finalurnar og gjørdist føroyameistari, men síðani hevur Mjølnir vunnið sjey FM-finalur á rað.

Í dystinum í dag var tað ÍF, sum tók fyrsta stingin. Mjølnir var á odda stóran part av settinum og 18-17, tá ÍF vann tríggjar bóltar á rað og fór framum 23-20. Mjølnir javnaði tó til 23-23 og aftur til 24-24, áðrenn ÍF vann settið 26-24.
ÍF legði seg síðan á odda 16-13 í øðrum setti, og var eisini frammanfyri 23-22, men Mjølnir fór framum 24-23, áðrenn settið var vunnið 26-24.

ÍF var aftur á odda í triðja setti, men eftir 8-6 gekk heilt galið, tí Mjølnir vann átta stig á rað og legði seg á odda 14-8, áðrenn settið varð vunnið 25-14.

Veruligur spenningur kom ongantíð aftur í dystin, tí Mjølnir vann sær alt fyri eitt trygga leiðslu í fjórða setti og var á odda 8-2 og 12-5. ÍF gjørdi tó ein vørr og minkaði um munin til 17-19 og 18-20, men við trimum á rað dró Mjølnir aftur frá og vann settið 25-20.


Í gjár vann SÍ tryggan 3-0 sigur á Fleyr í Sørvági við settúrslitunum 25-17, 25-15 og 25-22.

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Týdningarmikil dystur sunnudagin
Nýtt áhugafelag í Klaksvík
Espen Haug fingið nýtt venjarastarv
Skoyta frá kl 10 - 20 í dag
Neptun hevur lagt kósina og sett ferðina
Tættpakkað venjingarskema í Albir
KSS: Fleiri næmingar í starvs­venjing
Bakkafrost á lista hjá Corporate Knights…
Myndarøð: Testovan Marin Malena lat upp…
Veðrið um vikuskiftið
Ferjulegan á Syðradali má leingjast fyri…
Articon: Sonja E. Simonsen nýggjur húsas…
TTS: Næmingar í starvs­venjing
Fá hjálp til Samleikan og Vangan
Torradagar aftur á skrá
Høg flóð í 2013
Jenis spyr um tilknýti Føroya til WHO
Silva Cup í Klaksvík
Hondbóltur, KÍ, Silva Cup og Sushi
Guðrið Hansdóttir við nýggjum staklagið