Greining: Beinir á brúnni
Í nýggjari veljarakanning hjá Kringvarpinum fær Fólkaflokkurin ikki færri enn 12 tingfólk. Sambandsflokkurin heldur tørn við 7 tingfólkum, og tað sama ger Miðflokkurin við tveimum. Sostatt fær andstøðan 21 tingfólk og samgongan einans 12. Harvið tvífaldar Fólkaflokkurin sítt tingmannatal og gerst líka stórur á Løgtingi sum øll sitandi samgonga tilsamans
Tað verður ómetaliga óvæntað, um Beinir Johannesen ikki verður løgmaður í 2026. Tað kundi t.d. verið, um Javnaðarflokkurin, ið fær 5 tingfólk í kanningini, Tjóðveldi, ið somuleiðis fær 5, og Sambandsflokkurin, ið fær 7 tingfólk, taka saman hendur og gera eina samgongu við Bárði á Steig Nielsen sum løgmanni. Men ein tílík samgonga við bæði Sambandsflokkinum og Tjóðveldi í hevði verið sum at blandað eld og vatn, og tí er stak ivasamt, hvussu leingi hon hevði verið lívfør.
Allir tríggir samgonguflokkarnir ganga aftur. Javnaðarflokkurin mest, og tað kunnu tað vera fleiri orsakir til. Ein er, at hann ikki leverar síni vallyfti, og í einum føri gongur stikk ímóti einum av teimum. Vit føroyingar fingu lovað at skula arbeiða minni, men framvegis er onki uppskot lagt fram um tað. Í staðin hevur landsstýriskvinnan í almanna- og heilsumálum lagt fram uppskot um, at gomul fólk skulu arbeiða longur. Havandi í huga, at fólkapensjónin einaferð var stoltleikin hjá Javnaðarflokkinum, kostar hendan atgerðin sjálvsagt í atkvøðum.
Tað er heldur ikki torført at gera eina meting um, hví Framsókn gongur aftur. Á sama hátt, sum Javnaðarflokkurin ikki hevur leverað styttu arbeiðsvikuna, hevur Framsókn heldur ikki innfríað sítt vallyfti um fíggjarligt haldføri. Ruth Vang hevur stýrt fíggjarviðurskiftum Føroya í skjótt 4 ár, men undirskotið er størri, enn tá hon byrjaði, og tað verður tí torført fyri flokkin at vísa á nakað avrik í komandi valstríðnum, í øllum førum innan fíggjarligt haldføri. Framsókn gongur aftur við 1 tingfólki og endar á 2 í veljarakanningini.
Tað er ikki líka greitt, hví Tjóðveldi gongur aftur. Flokkurin hevur leverað blokkniðurskurð, sum var og er eitt hjartamál hjá teimum, men ein orsøk kann vera at finna í russlandspolitikkinum, og í suðuroyartunnilspolitikkinum, har Tjóðveldi hevur eina ”leysa kanón” á Løgtingi. Í hvørgum máli megnar flokkurin at tosa við einari rødd, og tað kann vera orsøkin til, at flokkurin fer úr 6 og niður í 5 tingfólk í veljarakanningini.
Miðflokkurin hevur eina lítla afturgongd í prosentum, men onga í tingmannatali. Hann tykist hava funnið eina fasta legu, tí tað er nærum onki val, har flokkurin hevur fingið eitt annað tingmannatal enn 2. Einstøk undantøk hava verið í 1998 og 2002, tá hann fekk 1 tingfólk, og í 2008, tá hann fekk 3 (vegna Karsten Hansen). Øll hini valini hevur hann fingið 2, og sær eisini út til at fáa tað í 2026.
Sambandsflokkurin sær út til at hava rættað skútuna upp aftur eftir rumblið um abortmálið í heyst. Flokkurin fær aftur 7 tingfólk eftir at hava verið niðri á 6 í seinastu veljarakanningini. Tað er merkisvert, so skjótt tað er hent.
Merkisvert er at Sambandsflokkurin eins og Fólkaflokkurin hava betri tak á yngri veljarunum enn Javnaðarflokkurin og Tjóðveldi.
Niðurgongdin hjá Sjálvstýri tykist ongan enda at fáa. Flokkurin fær 1,1% og ongan tingsess í veljarakanningini.
Samanlagt vísir veljarakanningin hjá Kringvarpinum, at Fólkaflokkurin fær 12, Sambandsflokkurin 7, Javnaðarflokkurin 5, Sjálvstýri 0, Tjóðveldi 5, Framsókn 2 og Miðflokkurin 2. Samgongan 12 og andstøðan 21. 499 fólk luttóku í kanningini, og hon varð gjørd 19. desember. 12,6% vistu ikki, 1,7% høvdu ikki farið á val, og 1,8% høvdu atkvøtt blankt.
Øll kanningin kann lesast her: https://kvf.fo/greinar/2025/12/22/veljarakanning-folkaflokkurin-tvifaldar-tingsessirnar