Beinta Løwe í nýtt starv
Kendi politiski viðmerkjarin Beinta Løwe byrjar í fulltrúastarvi hjá Brekumboðnum mánadagin 5. januar
Brekumboðið er nýggjur almennur stovnur staðsettur á Klaksvíksvegi 77 í Klaksvík. Eilif Magnusson Arge er Brekumboð.
Sum fulltrúi hjá Brekumboðnum fer Beinta Løwe at abeiða fyri at tryggja, at rættindi hjá fólki, ið bera brek, verða vird og framd í praksis og verður Beinta ein virkin partur av arbeiðinum við at menna og styrkja virksemið hjá stovninum.
Um Brekumboðið
Brekumboðið er ein nýggj fyriskipan, sum hevur til endamáls at styrkja rættindi og livikor hjá fólki, ið bera brek.
Brekumboðið skal hava eftirlit við, at føroysk lóggáva, tænastur og tilboð eru í samsvari við Breksáttmálan.
Eisini skal Brekumboðið veita ráð og vegleiðing, gera kanningar og frágreiðingar, birta kjak og arbeiða fyri, at røddin hjá fólki, ið bera brek, gerst týðilig í almenna rúminum.