Lýsing
Lýsing
Lýsing

Open Call: Filmsinnlating Geytin 2026

SKRIVAÐ: Norðurlandahúsið  |  05.01.2026 - 11:05 Tíðindaskriv

Í fjør fór Geytin til Mariu Winther Olsen fyri stuttfilmin Halt um meg. Hvør man gerast vinnarin av gyltu standmyndini í 2026? Og ikki at gloyma Áskoðaravirðislønini, hvørs upphædd er størri enn nakrantíð. Vilt tú verða við í kappingini um Geytan, so mást tú senda filmin inn í seinasta lagi 12. januar áðrenn midnátt

 

Geytin verður hildin í Norðurlandahúsinum leygarkvøldið 28. februar. Á kvøldinum verða nýggir, føroyskir stuttfilmar sýndir og filmsvirðislønir handaðar.

Heitið stuttfilmur hevur í hesum føri breiða merking og fevnir um spælifilm, listafilm, tónleikafilm, heimildarfilm v.m.

Vinnarin av Geytanum fer avstað við einum gyltum Geyta og einari virðisløn á 40.000 kr, ið er latin av Runavíkar kommunu. Eisini er vert at leggja til merkis, at eitt sindur meira stendur upp á spæl í ár undir atkvøðugreiðsluni millum áskoðararnar á kvøldinum. Atkvøðugreiðslan verður nevnliga avgerandi fyri, hvør fer avstað við Áskoðaravirðislønini, til økta virði á 40.000 kr, latið av Tórshavnar kommunu.

Um tú hevur gjørt ein stuttfilm, ið skal vera við í kappingini, mást tú minnast til at senda hann inn í seinasta lagi 12. januar áðrenn midnátt.

Les meira um krøvini til filmin og um kappingina á nlh.fo:

https://www.nlh.fo/?event=11937/open-call-filmsinnlating-geytin-2026

Lýsing
Seinastu tíðindini
21 vilja verða stjóri á KG
KÍ hevði fyrstu venjing í kvøld
At verja Føroyar móti islamismuni er ein…
Nýggi ungdóms­venja­rin hjá B68 komin
Pól Thorsteinsson nýggjur hjálparvenjari…
Skoyta til kl. 20 í kvøld
Danir vaknaðir við kaldan dreym
Møguliga fleiri innrásir í væntu
Móttøka fyri nýggja stjóranum í Heilsust…
Hvør skal ráða, um vit ikki skulu hava f…
Tøk grund­stykkir
Hækkaði pensjónsaldu­rin dekkar ikki lækk…
Open Call: Filmsinnlating Geytin 2026
Ruben Amorin uppsagdur
Tað seinasta, samgongan hevði brúk fyri
Jenis spyr um fremmand trúarsúmbol í Før…
2026 – Avgerandi fyri framtíðina
Havnarmenn flongdu klaksvíkingar
Ognarskattur er ein eyka byrða á vanliga…
Sigur til H71 á Stjørnuni