Lýsing
Lýsing
Búskapur í øllum: Laksaprísurin stimbrar búskapin í 2026
Men hvat um laksaprísurin ikki hækkar?
Í nýggjum poddi um útlitini fyri føroyska búskapin verður staðfest, at um forsøgnirnar hjá norskum analytikarum halda, so kann virðið av føroyskum laksaútflutningi vaksa við yvir 25%. Hetta tí, at útflutningsmongdin væntast at økjast við 15–20% samanborið við í fjør.
Men her er trupulleikin: Higartil í ár er laksaprísurin ikki hækkaður í mun til í fjør.
Tað setur eina av høvuðsfortreytunum í teimum meira optimistisku búskaparútlitunum undir trýst – og ger óvissuna størri enn nógv viljað viðganga.
Poddurin er nú tøkur – við greining av møguleikum, váðum og óvissunum í pinkubúskapinum Føroyar.
Tí eisini í føroyskum búskapi er óvissa eitt grundleggjandi kor. Búskapur er i øllum.
Seinastu tíðindini