Samstarv styrkir tænastustøðið
Seinnapartin í dag skipaði Eldraráðið í Norðoyggjum fyri tiltaki, har tey høvdu boðið umboðum frá Talgildu Føroyum, Norðoya Sparikassa og Apoteksverkið Føroya at greiða frá og vegleiða um, hvussu gerandisdagurin kann gerast lættari, tá ið tú skalt samskifta við tað almenna, keypa á netinum ella bíleggja heilivág á apotekinum.
Formaðurin í Eldraráðnum, Steinbjørn O. Jacobsen, var væl nøgdur við tiltakið.
- Hóast eg hevði tær flestu appirnar, so mennast møguleikarnir við rúkandi ferð. Tað er ikki altíð nemt at fylgja við, og tí var hetta ein góður møguleiki at royna ymisku hentleikarnar, og hava røttu hjálpina við sína lið.
- Steinbjørn sigur, at tað var ikki gamalt, at man sat í sofuni og hugdi í eina app fyri at vita, hvussu long bíðirøðin er á apotekinum ella, at man bara við at brúka koyrikortið, sum liggur á skjáttini, kann keypa heilivág í eini boks, sum hevur opið alla náttina.
Durita Hansen, frá Talgildu Føroyum, fegnast eisini um, at Norðoya Sparikassi eisini luttók, tí tað er so umráðandi at øll, sum virka á talgildu pallunum, samstarva, soleiðis, at tænastustøðið hjá brúkaranum verður so gott sum møguligt.