Lýsing
Lýsing
Lýsing
Jóannes Bjartalíð hevur góðar orsøkir til at smílast, um metingar okkara av lønarposanum halda. | Mynd: Mynd: FC Qyzyljar á Facebook

Hvat forvinnur Jóannes Bjartalíð í nýggja felagnum?

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  04.02.2026 - 22:39 Ítrottur Tíðindi

Mánadagin varð almannakunngjørt, at klaksvíkingurin Jóannes Bjartalíð skiftir til FC Qyzyljar í Kasakstan. Men hvussu tungur er lønarposin, sum hevur lokkað hann so langa leið? Her er ein undirbygd meting.

Skiftið hjá Jóannes Bjartalíð til Kasakstan hevur vakt stóran áhuga. Og hóast spælarin sjálvur ikki hevur upplýst nógv um sáttmálan, er eitt serligt evni farið at fylla í kjakinum: hvat fær hann í løn?

Bjartalíð er landsliðsleikari, í góðum aldri og við drúgvum royndum uttanlands. Slíkir spælarar standa seg vanliga væl, tá samráðingar verða gjørdar – serliga í deildum uttan fyri stóru evropeisku toppdeildirnar, har útlendskir profilar ofta verða brúktir sum lyklaspælarar.

Metingar, grundaðar á lønarstøðið í líknandi deildum og feløgum í Kasakstan, benda á, at Jóannes Bjartalíð kann væntast at forvinna eina árliga løn millum 1 og 2 milliónir krónur. Tað svarar til einar 80–160.000 krónur um mánaðin. Ofta fevnir ein slíkur sáttmáli ikki bara um fasta løn.

Íbúð, bilur, bonusar fyri dystir, mál ella liðúrslit – og møguligur undirskrivingarbonus – eru vanligir partar av pakkanum hjá útlendskum spælarum í slíkum deildum. Kostnaðarstøðið er annars lágt í Kasakstan, so har fæst nógv fyri pengarnar.

Lønarmetingin er grundað á almenn tøl frá SalaryExpert, ið gevur yvirlit yvir lønarstøðið hjá yrkisfótbóltsspælarum í Kasakstan. Sambært heimasíðuni er miðal árslønin fyri yrkisfótbóltsleikarar í Kasakstan áleið 900.000 krónur. Einstakir sáttmálar kunnu tó víkja frá hesum.

Samsýning til yrkisfótbóltsleikarar varð eisini umrøtt í poddinum “Búskapur í øllum” við Johnny í Grótinum, har vit í poddi 3 prátaðu um føroyskar fótbóltsspælarar uttanlands og teirra marknaðarvirði samanborið við hondbóltsleikarar.

Hóast endaligu tølini helst ongantíð verða alment kend, so er lítið at ivast í, at skiftið til FC Qyzyljar eisini er eitt stórt fíggjarligt fet hjá klaksvíkinginum – og enn eitt tekin um, at føroyskir spælarar standa seg alsamt sterkari á altjóða marknaðinum.

Lýsing
Seinastu tíðindini
- Dómarafokusið er á spælitíð og tempo í…
Í morgin verður Champions League lutakas…
50% av tryggingarkostnaði­num, tá ið ung…
Kára Sigurðsson Danmarksmeistari fyri FC…
KÍ kom yvir marrubyrjan og vann greiðan…
KÍ vann 4-1 á Skála
Nýggj VAR-regla kann gera enda á filming
Veðrið í vikuni
Alt byrjaði móti KÍ hjá nýklæktari HM-st…
Kappróðrarumstøður­nar í høgættini í Runa…
Søguligur dystur endaði við javnleiki
Upptakt: Skála-KÍ
Seinasti sunnudags­skúli sunnudagin – bíb…
Ormurin Langi vann
UV vísitøl­ini á heimasíðu hjá Veðurstovu…
Søguligt norð­urlendskt meistaraheiti til…
Nøglin tippar topp-3 í áttamanna­farsróðr…
Skjótt verður tað bara siðvenja og ongin…
Norð­urlendsku samstarvs­ráðharra­r­nir hava…
Fipur til Heimið tillagað – ikki steðgað