Lýsing
Lýsing
Lýsing

Skemtiligi strandfaramaðurin klárur at krevja inn ferðagjaldið

SKRIVAÐ: Jákup Andreasen  |  09.02.2026 - 11:00 Mentan

Maðurin á myndini er Jákup Joensen í Gerðum, sum var kendur við nógvum ymiskum nøvnum - Jákup hjá Sterka Jakku, á Polaris, á Barsskor, og móti endanum á arbeiðslívinum Jákup á Ternuni. Hann var tiltikin fryntligur, skemtingarsamur, hittinorðaður og sera hjálpsamur.

 
 
Jákup var sera væl umtóktur millum teirra, sum høvdu við hann at gera, og tá hann gavst at sigla við Barsskor miðskeiðis í trýssunum, savnaðu kalsingar og kunoyingar inn undirskriftir, tí teir vildu hava hann at halda fram at sigla í tí farleiðini.
 
Teir byrjaðu at sigla um Lorvíksfjørð við gamla Gardar, síðani við Pride, og tá rutan so varð yvirtikin av Strandferðsluni, flutti Jákup við umborð á gomlu Ternuna. Har var hann tann fryntligi maðurin, sum við einum smíli og skemtandi orði kom og kravdi inn ferðagjaldið. Hann var í nógv ár andlitið á rutuni millum Klaksvík og Leirvík.
 
Ein av mongu skemtiligu søgunum um Jákup, var einaferð Bragd avloysti Ternuna um Leirvíksfjørð. Tá Jákup kom at krevja inn fyri túrin, sigur eitt av ferðafólkunum, at tað kundi ikki passa, at tað kostaði tað sama við einum so vánaligum skipi sum Bragd sum við Ternuni. Tá var Jákup kvikur at svara, at tað skuldi kosta tað dupulta, tí tað tók dupult so langa tíð hjá Bragd at sigla um Leirvíksfjørð sum viðTernuni. Tá flentu øll og ikki minst ferðamaðurin.
 
Jákup varð føddur i einum vanligum arbeiðaraheimi uppi í gomlu Gerðum, og var sonur Jakku á Geilini og Malvinu ættað úr Arnafirði. Hesi bæði vóru ólik í nógvar mátar. Jakku sterkur, bræneggjaður og ótolin. Malvina var hinvegin tann stilla, milda og tolna. Jákup var føddur i 1919, og var næstelstur av níggju systkjum. Hann giftist í 1944 við Steinvør f. Heinesen, sum var dóttir Heina úr Kunoy og Olevinu ættað úr Kollafirði. Jákup og Steinvør fingu børnini Leivur, Heina, sum doyði áðrenn hann var ársgamal, Ingun og Annu Mariu. Mynd: Hjalmar W. Høgnesen.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Deyður, deyðari ella deyðast?
Skemtiligi strandfara­maðu­rin klárur at k…
Torrablaðið í gerð
Nógvur útróður um vikuskifti
Bakkafrost: Framgongd í fjórða ársfjórði…
Kunning á Kambsdali mikukvøldið
Annika Hoydal á Summar Festivalin
Aðalfundur hjá Klaksvíkar sjónleikarafel…
KÍ vann 2-0 á HB
Tey av Kamarinum vóru slóðarar innan før…
Fluttu Nónhamar eftir botninum
Myndarøð: Ítróttafagnaður 2025
Jórun & Jórun ársins ítróttaeldsálir
Mjølnir STEYPAVINNARAR 
Kundi valla verið verri
Tryggari saman og ríkari í ríkisfelagssk…
Norðsøki eitur nú Vónarljós
Riggaðu til at flyta Nónhamar
KÍ fær vitjan av HB
Beinleiðis flogrutu til Nuuk