Lýsing
Lýsing
Lýsing
Lýsing

Torra-Konsert í Varpinum

SKRIVAÐ: Dávur Winther  |  21.02.2026 - 23:30

Monika Stauss Joensen á violin - Jóhannes Andreasen fylgispæl á flygil

Skrá:

Ludvig van Beethoven             Sonata fyri klaver og violin nr.1 A-Dur

César Franck                           Sonata fyri Violin og klaver A -Dur

Violinsonata av Ludvig van Beethoven (1770-1827) nr. 1 og César Franck (1822-1890), báðar í  A- Dur, eru tvær veruligar perlir í tí klassiska kamarmusikkrepertoirinum fyri Violin og klaver. Í mun til sonatur frá fyrr, er leikluturin av báðum instrumentum líka stillað og eru tey í samsvarandi dialog  við hvønn annan.

Violinsonatav av Ludvig van Beethoven A- Dur op12 Nr. 1, skrivað 1987/1898, er tann fyrsta í eina røð av trimum av hansara violinsonatum. Verkið er í trimum satsum. Hon byrjar við einum lívligum fyrsta satsi, so fylgjur ein friðaligur melodiøsur miðsatsi við variatiónum og endar sonatan við einum dynamiskum, frískum og lívsglaðari Finalu.

Violinsonata av César Frank bleiv skrivað í 1886. Franck komponieraði sonatuna í 4 satsum sum brýlleypsgáva til víðakenda violinistin Eugène Ysaýe.

Longu aftaná frumframførsluna bleiv hon kalla “nakað heilt serligt” og bleiv beinavegin væl umtøkt. Samanspælið millum violin og klaver byrjar í fyrsta satsi ógvuliga yndisligt og livandi, mennir seg gjøgnum satsirnar til eitt livandi samanspæl millum bæði instrumentini, sum skiftur frá lyriskum til turbulent motivir og endar í Finaluni - vinarliga og glað.

Konsertin er uttan stegg og er ein lítlan tíma

Øll eru hjartaliga vælkomin!

Í Varpinum

22. februar 2026, kl. 20.00 - kostnaður kr.100,-

Lýsing
Seinastu tíðindini
Torraskráin sunnudagin
Torra-Konsert í Varpinum
Torramyndir frá leygar­degnum
Dreingir 12 hjá Team Klaksvík steypavinn…
Gentur 10 hjá Stjørnuni steypavinnarar
B36 og Dávid B. Andreasen smurdu KÍ av
Fjálgt graseinkjukvøld á Biskupsstøðgarð…
Pensjónsmálið ger okkum ótrygg
Hvat við at fíggja tunnilin í Føroyum?
HR í Føroyum havt aðalfund – nýggj nevnd…
SKJÓTT VERÐA EG OG EYÐFINN 1!
Torraskráin leygar­dagin
Heimurin á einum vegamóti
Stórur dagur á TSK
Bankatoskur á Torradøgum!
Grundtvig á Torradøgunum
B36 vann stórt á KÍ á Djúpumýru í kvøld
Felags barna- og familjuguds­tænasta í Ma…
AVLÝST: Torradagar á Norðoya Fornminnasa…
Morguntúr leygarmorgun 21.feb. 
Lýsing