B36 og Dávid B. Andreasen smurdu KÍ av
KÍ fekk eina alvorliga ávaring í síðsta venjingardystinum áðrenn stórsteypadystin.
KÍ verður av teimum flestu mett at verða stórfavorttur at vinna FM í 2026. Venjingardystir skulu vanliga ikki viga tungt, tí teir kunnu geva eina skeiva mynd, men um týdningur skal leggjast í teir, so fer KÍ at fáa tað nógv torførari í ár enn í fjør, og spurningurin er, um KÍ yvirhøvur megnar at liva upp til favorittleiklutin og endurvinna FM.
Eftir at B36 vann 3-0 í Klaksvík, so hevur KÍ ein málmun á 3-4 fyri fimm venjingardystir. Verjuparturin hjá KÍ hevur sæð gott út fram til hendan síðsta venjingardystin, meðan álopsspælið hevur manglað nógv, har serliga hugflogið hevur manglað. Tá so verjuspælið eisini gekk galið, so smurdi eitt ágangandi B36 lið KÍ av. Vit sóu eitt skelkandi lágt botnstig frá KÍ, sum vit ikki hava sæð síðani áðrenn summarsteðgin í 2024.
Dávid B. Andreasen á odda
Og tað var ein kendur leikari í høvuðsleiklutinum hjá B36. Dávid B. Andreasen skifti í vetur til B36 vegna manglandi spælitíð í KÍ, har hann sambært FaroeSoccer spældi 408 minuttir í landskappingini í fjør. Tað er eingin ivi um, at nógv flestu KÍ-viðhaldsfólkini eftirlýstu meira spælitíð til Dávid, sum ofta gjørdi mun ta lítlu tíðina, sum hann fekk. Og byrjanin í B36 kundi bent á, at tey høvdu nakað av hava hetta í, tí Dávid er toppskjútti í Føroyum við seks málum í venjingardystunum í ár. Heldur Dávid fram sum nú, so er tað eitt gott boð uppá ársins ’’keyp’’ í ár.
Ávaring
Ávaringin er tí komin til KÍ, sum fer at missa nógv stig, um tílík avrik javnan fara at koma fyri í teljandi dystum. Leygardagin fáa vit so at síggja fleiri ábendingar um, hvønn veg hetta fer hjá KÍ, tá stórsteypadysturin er á skránni millum KÍ-HB. Í 2024 var KÍ stórfavorittur móti HB og tapti, og tað vísti seg at verða eitt tekin um, hvat var í væntu. KÍ fekk eina vánaliga byrjan uppá landskappingina og HB fekk ena góða byrjan og nakrar vikur seinni vann HB móti KÍ í bæði lands- og steypakappingini. Hetta tíðarskeiðið tapti KÍ bæði lands – og steypakapping, tí tað bleiv ov seint at koma fyri seg eftir summarsteðgin. Men sum áður nevnt, so kunnu venjingardystir snýta, og tað mugu KÍ-viðhaldsfólk vóna, at teir gera í ár.
Nógvir skaðar
Eins og í 2024 so virka KÍ-arnir slitnir og nógvir dragast við skaðar, tó at bara tann hjá René enn tykist so mikið álvarsamur, at hann missir fleiri mánaðar. Hendan dystin manglaði KÍ Mark F. Jensen, Jóannes K. Danielsen (spældi síðstu 20 minuttirnar), Gilla R. Sørensen, Patrik Johannesen, René S. Joensen, Jonn Johannessen og Erlend Hustad, meðan Hallur Hansson og Deni Pavlovic máttu av vøllinum við skaðum í fyrra hálvleiki. KÍ-liðið var tó væl mannað allan dystin og eingin minuttur bleiv givin til nakran ungan lokalan leikara, sum ikki hevur spælt undanfarnu ár.
KÍ byrjaði við hesum liðnmum: Sebastian John – Deni Pavlovic, Odmar Færø, Gaston Tellechea, Daniel Johansen – Jákup B. Andreasen, Hallir Hansson, Oussama Ali – Árni Frederiksberg, Páll A. Klettskarð, Filip Brattbakk. Seinni komu hesir inn: Robert Williams, Martin Gonzalez, Dávid Reynheim, Páll Muller, Jákup N. Vilhelmsen og Jóannes K. Danielsen.