Lýsing
Lýsing
Lýsing
Lýsing

Matvørudepil á veg

SKRIVAÐ: Javnaðarflokkurin  |  22.02.2026 - 16:06 Politikkur Tíðindaskriv

Í Føroyum skulu vit fáa enn meira burturúr møguleikunum í ríka mattilfeinginum á sjógvi og landi. Stórir og ótroyttir møguleikar eru í virðisøking av rávørum, bæði fiski, alifiski og landbúnaðarvørum, og av tí sama er Fróðskaparsetur Føroya farið undir at fyrireika ein breiðan matvørudepil, sum skal savna og styrkja vitan á økinum.

 

Mikudagin reisti Uni Holm Johannesen, tingmaður, hetta málið í Løgtinginum, vísandi til, at Fróðskaparsetrið hevur í strategiætlanini fram til 2030 lagt seg eftir at vera meira virkið og viðkomandi fyri ávísar vinnugreinar í føroyska samfelagnum.

 

- Størri virðisøking krevur eisini nøkur politisk stig. Arbeitt verður støðugt við at víðka marknaðaratgongdina úti í heimi, men vit vita, at tað eisini er neyðugt við gransking og útbúgving í tøttum samstarvi millum tað almenna og vinnuna. Tað er ein depil, ið tey, sum arbeiða við matvørum, hava spurt eftir í fleiri umførum. Her skal Fróðskaparsetrið vera virkin viðspælari sum ein miðdepil fyri menning og nýskapan á økinum, sigur Uni Holm Johannesen.

 

Djóni Nolsøe Joensen, landsstýrismaður í útbúgvingarmálum, sigur, at matvørudepilin skal vera eitt forum, har vinnan, granskingarumhvørvið og aðrir viðkomandi partar kunnu finna samstarvspartar og vitanardeila sínamillum.

 

- Fróðskaparsetrið er farið undir fyrireikandi arbeiðið, og seinni í ár verða áhugapartar skipaðir í netverk fyri at umrøða og menna komandi granskingarverkætlanir á økinum. Fyrireiking av viðkomandi útbúgving í matvørumenning kann væntast um tvey ella trý ár, sigur landsstýrismaðurin.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Gentur 14 hjá Stjørnuni steypavinnarar
Áheitan á Løgtingið frá Tvøroyrar býráð
Matvørudepil á veg
Sambands­flokku­rin stuðlar pensjónistunum
Møti í KFUM & K
Fær Aksel talt upp í 17 mánamorgunin?
Torra-Konsert í Varpinum
Fosturtøka, Islam, grøna religiónin og n…
Mjølnir í FM-finalunum eftir 3-1 sigur á…
Torraskráin sunnudagin
Torramyndir frá leygar­degnum
Dreingir 12 hjá Team Klaksvík steypavinn…
Gentur 10 hjá Stjørnuni steypavinnarar
B36 og Dávid B. Andreasen smurdu KÍ av
Fjálgt graseinkjukvøld á Biskupsstøðgarð…
Pensjónsmálið ger okkum ótrygg
Hvat við at fíggja tunnilin í Føroyum?
HR í Føroyum havt aðalfund – nýggj nevnd…
SKJÓTT VERÐA EG OG EYÐFINN 1!
Torraskráin leygar­dagin
Lýsing