Lýsing
Lýsing
Lýsing
Lýsing

Áheitan á Løgtingið frá Tvøroyrar býráð

SKRIVAÐ: Tíðindaskriv  |  22.02.2026 - 16:16 Politikkur Tíðindaskriv

Á temadegi leygardagin 21. februar umrøddi Tvøroyrar býráð ætlanina um Suðuroyartunnilin, sum verður løgd fyri Løgtingið í komandi viku.

 

 


Við hesum vil Tvøroyrar býráð bera fram eina greiða og staðiliga áheitan á Løgtingið um at taka boðskapin frá borgarafundinum í SALT 16. februar í størsta álvara — serliga tann boðskap, sum kom frá unga ættarliðnum. Har varð greitt víst á, hvussu átrokandi støðan er í Suðuroynni, og hvussu avgerandi tað er fyri framtíðina hjá suðuroyingum, at Løgtingið nú tekur ábyrgd og samtykkir ta fyriliggjandi ætlanina um Suðuroyartunnil.


Suðuroyartunnilin er ikki bert ein samferðsluverkætlan, men ein grundleggjandi framtíðaríløga í javnbjóðis møguleikar, búseting, vinnumenning og lívskor í Føroyum. Við tunlinum verður Suðuroyggin knýtt tættari at meginøkinum, og eitt týdningarmikið stig verður tikið móti javnari atgongd til menning, útbúgving og tænastuveiting fyri øll, sum búgva í landinum.


Suðuroyingar seta tí sítt álit á, at Løgtingið í komandi viku letur givin lyfti frá forfólkunum í øllum flokkunum síggjast aftur í verki. Vónin er, at ein stórur meiriluti sigur JA til at fara undir Uppskot til løgtingslóg um fyrireiking, prosjektering og útboð av Suðuroyartunlinum við tilhoyrandi tunnilskervum og vegakervum.


Tvøroyrar býráð heitir tí staðiliga á allar løgtingslimir um at vísa dirvi, framskygni og ábyrgd, og atkvøða JA til ta mest týðandi framtíðaravgerðina fyri suðuroyingar og føroyingar: at knýta Suðuroynna at Føroyum og harvið birta vón fyri framtíðini hjá unga ættarliðnum í Suðuroynni, so tey fáa javnbjóðis møguleikar við javnaldrar sínar í Føroyum.


Tvøroyrar býráð hin 22. februar 2026
 
Kristin Michelsen
Anita Vibergsdóttir
Eyð Eidesgaard
Alvi Mortensen
Bjarni Hammer
Arnfinn Bech
Barbara Tausen

Lýsing
Seinastu tíðindini
Gentur 14 hjá Stjørnuni steypavinnarar
Áheitan á Løgtingið frá Tvøroyrar býráð
Matvørudepil á veg
Sambands­flokku­rin stuðlar pensjónistunum
Møti í KFUM & K
Fær Aksel talt upp í 17 mánamorgunin?
Torra-Konsert í Varpinum
Fosturtøka, Islam, grøna religiónin og n…
Mjølnir í FM-finalunum eftir 3-1 sigur á…
Torraskráin sunnudagin
Torramyndir frá leygar­degnum
Dreingir 12 hjá Team Klaksvík steypavinn…
Gentur 10 hjá Stjørnuni steypavinnarar
B36 og Dávid B. Andreasen smurdu KÍ av
Fjálgt graseinkjukvøld á Biskupsstøðgarð…
Pensjónsmálið ger okkum ótrygg
Hvat við at fíggja tunnilin í Føroyum?
HR í Føroyum havt aðalfund – nýggj nevnd…
SKJÓTT VERÐA EG OG EYÐFINN 1!
Torraskráin leygar­dagin
Lýsing